Rundskriv nr. 1 frá 11. apríl 2011
um gávur frá arbeiðsgevara
Viðvíkjandi gávum frá arbeiðsgevara til starvsfólk í samband við serstakt høvi hevur TAKS-ráðið samtykt fylgjandi reglur:
1) Gávur í peningi og gávukort skulu skattast uttan mun til upphæddina.
2) Aðrar gávur í "naturalia" enn tær, sum eru nevndar í nr. 3, skulu ikki skattast, um keypsprísurin íroknað meirvirðisgjald er 1.500 kr. ella minni.
Er keypsprísurin íroknað meirvirðisgjald yvir 1.500 kr., skal skattur gjaldast av allari upphæddini.
3) Gávur í "naturalia" í sambandi við 25, 30, 40 og 50 ára starvsdag skulu ikki skattast, um keypsprísurin íroknað meirvirðisgjald er ávikavist kr. 2.000, kr. 3.000, kr. 4.000 og kr. 5.000 ella minni.
Er keypsprísurin íroknað meirvirðisgjald yvir ávikavist kr. 2.000, kr. 3.000, kr. 4.000 og kr. 5.000., skal skattur gjaldast av allari upphæddini.
Hetta rundskriv fær gildi frá og við inntøkuárinum 2011, og samstundis fer rundskriv nr. 1 frá 12. januar 2001 úr gildi.
Argir, 11. apríl 2011
Eyðun Mørkøre /
stjóri
Jákup Eyðfinn Kjærbo
løgfrøðingur