Sett úr gildi
Skriva út

Rundskriv nr. 14 frá 6. apríl 1989 frá Líkningarráð Føroya

um virðisáseting av alifiski og smolti er sett úr gildi


Í kunngerð nr. 5 frá 8/1 1988 frá Líkningarráð Føroya um uppgerð av vørugoymslu er ásett hvussu vørugoymslur skulu virðisásetast, og eru hesar eglur eisini galdandi fyri alifisk og smolt.

Líkningarráð Føroya hevur ásett, at tær eftir omanfyri nevndu reglum uppgjørdu goymslur av livandi alifiski kunnu harumframt niðurskrivast við upp til 15 procentum.

Hesar reglur galda fyrstu ferð fyri ta roknskaparskeið sum fellur saman við ella endar í álmanakkaárinum 1988

 

Tórshavn, tann 6. apríl 1989


P.A. Lamhauge

/H. Iversen