Sett úr gildi
Skriva út

Rundskriv nr. 16 frá 8 apríl 1989

viðvíkjandi skatting av seyði


Ráðið hevur endurskoðað og viðgjørt málið um ta skattligu viðgerðina av seyðahaldi, serliga við atliti til, nær seyðahaldið kann roknast sum vinnuligt ella sum ítriv. Ráðið hevur soleiðis ásett niðanfyristandandi reglur:

1) Privat seyðahald: Ongin søla fer fram av seyði. Ávirkar ikki ta skattskyldugu inntøkuna, t.v.s. hon er 0 kr. Ikki roknskaparskylda. Egin nýtsla verður ikki roknað sum skattskyldug inntøka.

2) Frítíðarítriv: Søla av minni enn 17 seyðum. Ikki roknskaparskylda, men skattast av vinningi, t.v.s. tal av seldum seyði faldað við einari nettoupphædd á 450 kr. Roknskapur kann verða latin inn, men verður hall ikki góðtikið skattligt.

3) Vinna: Søla av 17 seyðum ella meira. Roknskaparskylda. Vinningur verður skattaður. Hall kann dragast frá. Um eingin roknskapur verður latin inn, verður talið á seldum seyði mett og faldað við 550 kr.

Viðm. til nr. 2) og 3): Frádráttur verður bert givin fyri útreiðslur viðvíkjandi teimum seldu seyðunum, t.v.s. at um t.d. 30 seyðir eru skornir, harav teir 20 eru seldir, verður frádráttur bert givin lutfalsliga fyri útreiðslurnar við 20/30 í hesum førinum. Í samband við roknskaparliga uppgerð skulu allar útreiðslur og frádráttir vísast í roknskapinum í síni heild og verður so loyvt frádrigið í sama lutfall sum lutfallið millum skornan og seldan seyð.

Hald, røkt og rakstur: Útreiðslur til hald, røkt og rakstur, verða á sama hátt sum nevnt frammanfyri loyvdar frádrignar lutfalsliga í roknskapinum, treytað av at navn á móttakara verður upplýst.
- Reglurnar í hesum rundskrivi fáa gildi frá og við 1988, og koma í staðin fyri tað, sum er sagt í Vegleiðingarskrivi ráðsins nr. 48 fyri 1988 um skatting av seyði.