Rundskriv nr. 2 frá 8. februar 1994
um fulla skattskyldu, nær henda verður stovnað og heldur uppat
Við hesum rundskrivi vil Líkningarráð Føroya seta út vegleiðandi reglur um tulkan av skattarreglunum, um nær persónur er undir fullari skattskyldu í Føroyum, nær og undir hvørjum treytum hendan heldur uppat. Orsøkin til vegleiðingina er lógarbroytingin, sum er gjøgnumførd og sett í gildi við løgtingslóg nr. 194 frá 10. desember 1993, sum broyting til § 1 nr. 2 í skattalógini um fulla skattskyldu fyri persónar.
Innleiðing
1) Sambært viðmerkingum Landsstýrisins til nevndu lógarbroyting, so er broytingin ein nágreinan av § 1 nr. 2 í skattalógini og bústaðartreytunum í samband við flyting í samsvar við tí tulking og mannagongd, ið hevur verið galdandi hesum viðvíkjandi í fleiri ár. Harumframt er talan um eina innihaldsliga broyting av § 1 nr. 2, sum førir við sær, at persónar ikki longur kunna sleppa undan fullari skattskyldu í Føroyum, bert við at kunna sanna, at teir eru undir skattskyldu eftir reglunum, sum fyri búsitandi í øðrum landi, tá teir í roynd og veru hava bústað og familju sína í Føroyum.
2) Við hesi lógarbroyting, ið viðger treytirnar fyri, nær fulla skattskyldan í Føroyum heldur uppat í samband við flyting uttanlands, eru reglurnar um skattskyldu og fasthalding av skattskyldu í Føroyum munandi broyttar. Men fyri at kunna meta um, nær full skattskylda heldur uppat, er eisini neyðugt, at hava neyvar ásetingar um, nær full skattskylda verður stovnað, og undir hvørjum treytum, hon verður mett sum varðveitt. Í hesum rundskrivi er tí valt, eisini generelt at lýsa støðuna um fulla skattskyldu í Føroyum.
A. Full skattskylda:
3) Fulla skattskyldu hava allir persónar, sum eru fevndir av § 1 í skattalógini. Full skattskylda grundast altíð á eitthvørt samband við Føroyar so sum bústaður ella grundast á, at persónurin hevur búð eina ávísa tíð í Føroyum.
B. Full skattskylda eftir § 1 nr. 1
4) Sambært § 1 nr. 1 hevur hvør persónur, sum hevur bústað í Føroyum fulla skattskyldu í Føroyum.
Bústaður
5) § 1 nr. 1 fevnir sostatt um allar persónar, sum hava bústað her í landinum. Tá avgerast skal, um hendan treyt er lokin, verður m.a. dentur lagdur á, um viðkomandi við at grunda húski/hússtand her, hevur bústað til taks her ella leigar slíkan, ella á annan hátt við sínum gerðum hevur víst, at tað er ætlan hansara at hava heimstað í Føroyum. Í teim førum ein út frá slíkum metingum kann siga, at viðkomandi hevur sett búgv í Føroyum, kemur viðkomandi undir fulla skattskyldu í Føroyum eftir § 1 nr. 1 í skattalógini.
Í praksis vil staðfesting av bústaði eftir § 1 nr. 1 sostatt oftast vera tengd at, um viðkomandi hevur bústað til taks í Føroyum. Útgangsstøðið er, at tað at hava bústað til taks vanliga vil vera ein neyðug og haldgóð fyritreyt fyri at staðfesta, at talan er um at hava bústað her í skattligum týdningi eftir § 1 nr. 1, og er hendan staðfesting at javnstilla við tað at hava tikið búgv í Føroyum.
Tey konkretu viðurskiftini kunnu tó, serliga í eini fráflytingarstøðu vera soleiðis háttað, at avgerðin um, um bústaður er varðveittur ella ikki, má takast út frá eini heildarmetan av viðurskiftunum hjá viðkomandi, soleiðis at búsetingarviðurskiftini verða samanhildin við onnur persónlig viðurskifti, sí niðanfyri.
Tað er tað veruliga persónliga tilknýtið, sum verður sett í mun til skattligu bústaðartreytina, og er tað tí í skattligum samanhangi, tá tosað verður um bústað, ikki bert talan um eina treyt um, at skattgjaldarin fysiskt altíð er til staðar her í landinum. Viðurskifti, so sum formligu viðurskiftini við til - og frámelding til fólkayvirlitið hava tí ikki nakran sjálvstøðugan leiklut í tílíkum metingum, men eru meir ella minni bert vegleiðandi fyribrigdi.
Hevur persónur bústað bæði í Føroyum og aðrastaðni má avgerast, hvør av hesum bústøðum er at meta sum hansara veruligi heimstaður. Tá vil serliga vera tikið atlit til, hvar møgulig familja/húski hjá viðkomandi hevur tilhald, ella hvar viðkomandi annars hevur størsta persónliga og m.a. eisini fíggjarliga tilknýti til,.t.v.s. hvat land viðkomandi hevur sum miðdepil í lívsáhugamálum sínum, ella hvar viðkomandi er oftast og longst.
C. Nær tekur skattskyldan við
6) Sambært § 6 í skattalógini stendur fulla skattskyldan við í tí tíðarskeiði, har treytirnar í § 1 eru loknar t.v.s. tá viðkomandi m.a. hevur bústað í Føroyum.
7) Full skattskylda verður ikki stovnað treytaleyst við eitt og hvørt bústaðarkeyp í Føroyum, tí skattalógarinnar § 7 stk. 2. ásetur, at fulla skattskyldan fyri persón, ið fær sær bústað í Føroyum uttan at seta búgv her samstundis, fyrst tekur við, tá viðkomandi setist í búgv her/hevur tilhald her.
Hetta merkir, at í førum har persónur, sum higartil hevur búð og verið skattskyldugur uttanlands, útvegar sær hús ella leigar sær íbúð í Føroyum uttan samstundis at taka búgv her, verður viðkomandi í samsvar við omanfyristandandi ikki treytaleyst mettur, at hava bústað eftir § 1 nr. 1. Fulla skattskyldan verður tá sambært § 7 stk.1 ikki stovnað, fyrr enn viðkomandi eisini hevur tikið búgv. Stuttur dvølur so sum feria v.m førir í slíkum føri ikki til at viðkomandi harvið hevur sett búgv í Føroyum.
Tá støða skal takast til, um tilhald í Føroyum er av slíkum slag, at hetta stovnar fulla skattskyldu, verður eitt samanhangandi tilhald í Føroyum upp á minst 3 mánaðir, eins og eitt samanlagt tilhald her upp á meir enn 180 dagar innan fyri eitt ár, mett at vera so mikið støðugt, at tað førir til fulla skattskyldu.
Teir nevndu 3 mánaðirnir ella 180 dagar eru at meta sum eitt hægsta mark fyri dvøl í Føroyum uttan at full skattskylda er stovnað eftir bústaðarregluni. Slíkur dvølur vil vanliga kunna góðtakast uttan at viðføra fulla skattskyldu, tá talan er um persón, hvørs dvølur sum høvuðsendamál er feria, og tá dvølurin sum so ikki er treytaður av regluligari persónligari røkt av inntøkugevandi arbeiði í Føroyum sum t.d. reglulig luttøka í leiðslu ella eftirliti við leiðsluni í einum vinnuvirki í Føroyum.
Frammanfyrinevnda verður í øllum førum lagt til grund, tá talan er um persón, sum annars hevur bústað í og annað fast tilknýti (familju, inntøkugevandi arbeiði, statsborgaraskap) í einum øðrum landi, so at dvølur í Føroyum av røttum kann sigast at hava verið feria í Føroyum í mun til fast tilhald í øðrum landi.
I øðrum førum verður gjørd meir ítøkilig metan av, um dvølurin er feriulíknandi ella ikki, og um fulla skattskyldan eftir ítøkiligari metan kann verða stovnað beinanvegin við byrjan av fyrsta dvøli eftir bústaðarútveganini, um talan er um røkt av persónligum inntøkugevandi arbeiði.
Sama úrslit kann komast til, sjálvt um viðkomandi inntøkugevandi arbeiði verður útint í útlandinum, nevniliga um viðkomandi ikki hevur bústað og fast tilknýti til annað land, men sum regul dvølur her í landinum so týðum sum arbeiðið í útlandinum gevur praktiskan møguleika fyri hesum, t.d. sjómenn. Dvølurin í Føroyum kann tá ikki javnmetast við feriu í Føroyum sæð í mun til at heimstaðurin skuldi verið í útlandinum/arbeiðslandinum.
Serliga eyðsýnd vilja viðurskiftini vera, um føroyski bústaðurin hjá skattgjaldaranum samstundis verður nýttur av familjuni hjá viðkomandi sum fastur bústaður. Tað sama er galdandi, tá talan er um sambúgvandi hjá viðkomandi.
D. Full skattskylda eftir § 1 nr. 2
8) Sambært higartil galdandi § 1 nr. 2 hevði harumframt fulla skattskyldu hvør persónur sum, kom undir nr. 1 ( t.v.s hevði bústað í Føroyum) og sum dvaldi uttan fyri Føroyar í bráðfeingi í mesta lagi 4 ár. Tó fall skattskyldan burtur frá tí degi viðkomandi við skjølum kundi prógva, at hann hevði skyldu at gjalda inntøkuskatt uttanlands, og undir skipan, ið skattliga ikki kundi metast at vera eyðsýnt lagaligari enn eftir skattareglunum í Føroyum. Í hesum sambandi er heildarmetan vorðin gjørd av uttanlandsskattaskipanini, og er hendan metan vorðin bygd á danskt skattarættargrundarlag.
E. Higartil galdandi rættur viðv. § 1 nr. 2
9) Hendan lógarreglan hevur higartil fyri tað fyrsta verið umsitin á tann hátt, at full skattskylda í Føroyum sum meginregla varð fasthildin í 4 ár eftir fráflyting fyri persónar, sum hava búð í Føroyum í eitt samfelt tíðarskeið uppá minst 4 ár. jbr. § 7 stk. 2
Reglan segði, at skattskyldan í Føroyum tó kundi halda uppat frá tí degi, ein persónur sambært sýndum skjølum kundi prógva, at hann átti at svara inntøkuskatt uttanlands eftir reglunum fyri búsett har. Hetta kundi koma fyri á tveir hættir:
1) har persónurin varðveitti bústað í Føroyum, men sum í uttanlandsdvøli vegna arbeiði kom undir inntøkuskatting í øðrum landi, eftir reglunum, sum galdandi vóru fyri búsett har,
2) har persónur veruliga flytur úr Føroyum, t.v.s. gevur upp bústaðin í Føroyum og tekur búgv uttanlands, og skattar sum sjálvur búsettur har.
Lógarreglan er eftir hesum umsitin á tann hátt, at hóast persónur var búsitandi í Føroyum, kundi hann sleppa undan fullari skattskyldu í Føroyum, um hann kundi prógva eitt nú við tí sonevndu F-54 váttanini, at hann var undir skyldu at gjalda inntøkuskatt uttanlands. Hendan mannagongd hevur ført við sær, at persónar í roynd og veru hava kunnað búð í Føroyum, uttan at goldið skatt her sum fult skattskyldugir.
Fyri at full skattskylda skuldi kunna halda uppat, var tað tó skyldan hjá skattgjaldaranum at prógva sína skattskyldu uttanlands. Umframt hesa treyt var fyritreytin fyri at sleppa fullu skattskylduni, at inntøkuskattingin uttanlands leyk ávísar treytir, sí niðanfyri.
F. Broytingin viðv. § 1 nr. 2
10) Lógarbroytingin inniheldur umorðing av higartil galdandi reglum í skattalógarinnar § 1 nr. 2 um nær skattskyldan heldur uppat við fráflyting og uttanlandsdvøli.
Tað er framhaldandi skattgjaldarin sjálvur, sum skal føra prógv fyri, at hann er undir skatting í øðrum landi. Hetta kann skattgjaldarin í flest øllum førum gera við at lata skattavaldinum F-54 váttan. Blankettin skal váttast av skattamyndugleikunum í bæði bústaðar- og uppihaldslandinum. F-54 blankettin er bert eitt hjálpimiðul til skattgjaldaran og er tað tí ikki ein skylda hjá skattgjaldaranum at føra síni prógv í formi av eini F-54. Kann skattgjaldarin á annan hátt føra prógv fyri uttanlandsskattskylduni, verður hetta eisini góðtikið sum haldgott prógv.
Tað skal viðmerkjast, at kravið um, at skattgjaldarin skal prógva inntøkuskatting til annað land ikki førir við sær eina skyldu fyri skattgjaldaran til at føra slík prógv. Um skattgjaldarin ikki ynskir, at skattskyldan til Føroyar skal halda uppat fyrr enn 4 ára tíðarskeiðið er útrunnið, kunnu skattamyndugleikarnir sum meginregla ikki noyða ella av sínum eintingum føra fullu skattskylduna til enda.
Harumframt skal viðmerkjast, at tað ikki er nóg mikið fyri at fáa skattskylduna at halda uppat, at skattgjaldarin prógvar at vera undir inntøkuskatti aðrastaðni. Treytin er nú altíð hon, at skattgjaldarin samstundis hevur givið upp bústað sín her í landinum, t.v.s. at tað samband, ið førir til fulla skattskyldu, ikki er til staðar longur ( hetta er størsta broytingin í nevndu lógarbroyting, bústaðarkriteriið verður innført.)
G. Hvønn hevur broytingin gildi fyri
11) Nýggja ásetingin hevur framhaldandi bert gildi fyri persón, sum frammanundan hevur búð í Føroyum í eitt samfelt tíðarskeið uppá minst 4 ár.
Tá hendan treyt er lokin, merkir ásetingin, at skattskyldan heldur uppat við virkningi frá 4 ára degnum frá bústaðaruppgevingini, ella frá tí degi viðkomandi prógvar at vera undir inntøkuskatti uttanlands.
Um 4 ára treytin í § 7 stk. 2 ikki er lokin, heldur skattskyldan uppat samstundis við bústaðaruppgevingina.
Sjálvt um persónur gevur upp bústað sín her í landinum og soleiðis ikki lýkur tí vanligu treytina fyri skattskyldu eftir § 1 nr. 1, verður fulla skattskyldan hjá viðkomandi fasthildin fyrstu 4 árini eftir fráflyting. Hetta er tó ikki galdandi, tá viðkomandi við skjølum kann prógva, at hann er undir inntøkuskatti í øðrum landi, so sum nevnt omanfyri.
Um persónur í samband við fráflyting ikki førir tey neyðugu prógv fyri uttanlands skattskylduni, stendur skattskyldan í Føroyum sum sagt við í 4 ár. Upp í umtalaða 4 ára skeiðið, kann eisini verða talt stutt tilhald í Føroyum, sum feria o.t. Men hevur tilhaldið í Føroyum ikki verið av slíkum slag, verður mett, at búsetingin uttanlands er hildin uppat, og nýggj skattskylda er stovnað í Føroyum. Um viðkomandi so aftur setir búgv uttan fyri Føroyar, byrjar 4 ára skeiðið nú frá hesum degi.
H. Nær er bústaður varðveittur
12) Hóast støðutakanin av nær bústaðartreytin í skattalógini í samband við fráflyting verður gjørd út frá eini heildarmetan av viðurskiftum skattgjaldarans, er varðveiting av ræði yvir einum bústaði aloftast meginfyritreytin í metingini. T.d. vil framhaldandi nýtslurættur til higartil nýtta bústaðin aloftast merkja, at bústaður eftir § 1 nr. 1 er varðveittur, um bústaðurin t.d. ikki er leigaður út uttan uppsagnarmøguleikar fyri útleigaran innan 3 tey fyrstu árini. Hetta stendst av, at persónliga tilknýtið til eitt land oftast kann setast í mun til hvørjar bústaðarfyritreytir viðkomandi skapar sær í landinum, ella varðveitir í landinum. Tankin er sostatt, at tilætlað varðveitsla av bústaði er eitt tekin um, at viðkomandi ikki hevur slept tilknýti til landið. Uttanlandsdvølurin er tá oftast ein fyribils dvølur, og viðkomandi hevur ætlanir um at venda aftur.
I. Ræði yvir bústaði
13) I teim førum tá skattgjaldarin eftir fráflyting enn hevur ræði á einum bústaði vil hetta vanliga vera haldgóð treyt fyri at meta bústaðin eftir § 1 nr. 1 sum varðveittan, um ikki skattgjaldarin veruliga hevur havt ítøkiligar ætlanir um at seta varandi búgv í útlandinum, Tað sama er galdandi um ein hjúnafelagi einsamallur flytur uttanlands, uttan so at flytingin hevur tilknýti til samlívs- og bústaðarslit. Í førum tá eftirverandi hjúnafelagin víðariførir (opretholder) felags heim teirra, vilja bústaðartreytirnar eftir § 1 nr. 1 verða varðveittar fyri fráflytandi hjúnafelagan.
Er hinvegin talan um samlív- og bústaðarslit vil spurningurin um skattastøðuna hjá tí fráflytandi verða tengdur at eini konkretari metan av støðuni hjá hesum. Í slíkum førum verður aloftast avgerandi fyri skattastøðuna hjá tí fráflytandi ein heildarmetan av teim fyriliggjandi veruligu umstøðunum sum t.d. vinnuáhugamál og tilknýti til annað land. Bústaður eftir § 1 nr. 1 verður ikki mettur sum varðveittur, um skattgjaldari í nevndu førum eftir fráflyting ikki á ein ella annan hátt heilt ella partvíst hevur ræði á einum bústaði í Føroyum.
Hóast nevndu generellu reglur, kann ein heildarmetan í ávísum førum føra til, at bústaðurin út frá teim veruligu viðurskiftunum verður mettur sum varðveittur.
14) Um skattgjaldari, sum støðugt hevur búð hjá foreldrum sínum flytur uttanlands og varðveitir sínar bústaðarmøguleikar uttan broyting t.d. við framhaldandi at hava ræði á egnum kamari, kann bústaður í Føroyum verða mettur sum varðveittur. Hetta ger seg tó einamest galdandi, tá viðkomandi ikki kann sigast at hava tikið fast tilhald aðrastaðni, eitt nú tí viðkomandi altíð, tá arbeiðið tilletur tað er heima í Føroyum.
15) Varðveitan av bústaði eftir fráflyting verður altíð mett út frá objektivum kriterium. Men ikki skal gloymast, at persónligu ætlanir skattgjaldarans eisini hava týdning fyri skattastøðuna. Meir sekundært tilknýti til Føroyar, so sum um viðkomandi eigur lut í akfari skrásett í Føroyum, hevur limaskap í áhugafeløgum v.m hava ikki sjálvstøðugan týdning, men røkjan av frítíðaráhugamálum skattgjaldarans, t.v.s. hvar hann er í frítíð síni kann gerast partur av eini heildarmetan.
Í verandi støðu í Føroyum mugu viðurskiftini í samband við varðveitan av bústaði sjálvsagt eisini setast í mun til aktuellu møguleikarnar fyri sølu ella útleigan av ognini. Um tað eftir ítøkiligari metan kemst til, at varðveitingin av bústaðnum, ella tað at eingin útleigan er, stendst av úrslitaleysum útleiguroyndum, ella er grundað á, at søla vildi ført við sær stórt fíggjartap fyri skattgjaldaran, so kann flyting eftir ítøkiligari metan sigast at vera farin fram, sum viðførir, at treytirnar í § 1 nr. 1 ikki eru til staðar, hóast viðkomandi enn eigur og hevur ræði á einum bústaði. Men fyritreytin fyri slíkari avgerð er altíð, at uttanlandsdvølurin/flytingin samstundis ikki bert er at meta sum ein stutt fyribilsskipan, men sum ein tilætlað bústaðaruppgeving í Føroyum í nøkur ár, og tað samstundis verða gjørdar royndir at skapa fast tilhald í útlandinum. Sum altíð er eisini avgerandi í slíkum førum, at tað ikki er einkultur familjulimur, ið flytur, meðan restin av familjuni býr eftir í húsinum.
J. Uttanlands skattaskipanir
16) Niðanfyri verður greitt frá teim vegleiðandi fyritreytunum, sum eru galdandi fyri, nær skatting í útlandinum kann grundað, at skattskyldan í Føroyum heldur uppat.
Sum meginregla skal inntøkan hjá tí skattskylduga gerast upp grundað á skattgjaldarans globalinntøku. Fyritreytin er lokin, tá skattingin fevnir um alla ársinntøku skattgjaldarans, uttan mun til, um inntøkan stavar frá keldum í ella uttan fyri avvarðandi land. Hetta merkir, at ein skattaskipan, ið bert tekur til skattingar inntøku, sum er vunnin í avvarðandi landi ella verður førd til viðkomandi land (territorialindkomstprincippet), sum meginregla ikki vil kunna góðkennast sum grundarlag fyri at full skattskylda í Føroyum kann koma til enda.
Harumframt skal skattaskipanin vera grundað á veruliga inntøkuskatting, og er eitt nú ikki nóg mikið at rindan til inntøkur landsins verða goldnar sum avgjøld av ymiskum slag. Talan skal vera um veruligan inntøkuskatt.
Skatturin, ið álíknaður verður, skal vera av ávísari stødd, men tó ikki neyðugt á somu hædd sum føroyskur skattur.
Skattingin skal harumframt fara fram eftir reglunum, sum galdandi eru fyri búsett har. T.v.s líkastilling skal vera millum skattingina av tilflytarum og landsins egnu borgarar. Um tilflytarar verða skattaðir øðrvísi/linari enn tey fastbúgvandi, er fyritreytin fyri at fulla skattskyldan í Føroyum kann halda uppat, ikki til staðar.
Tað eru reglurnar í avvarðandi landi á tí degi viðkomandi gevur upp bústað í Føroyum, sum eru avgerandi fyri skattsetanina. Verður skattaskipanin í avvarðandi landi seinni broytt, hevur hetta ikki týdning fyri skattastøðuna hjá viðkomandi í Føroyum.
Um viðkomandi av fyrstan tíð flytur til land, hvørs skattaskipan ikki lýkur nevndu treytir, og skattaskipanin í tíðarskeiðinum innan 4 ár eftir fráflyting seinni verður broytt, so hon kann góðkennast, vil skattgjaldarin við nevndu broyting kunna sleppa undan skattskyldu í Føroyum beinanvegin.
Um persónur fyrst flytur til land, har skattaskipanin er góðkend, men síðan innan fyri 4 ára tíðarskeiðið flytur víðari til land, har skattaskipanin ikki er góðkend, gerst persónurin av nýggjum skattskyldugur í Føroyum, frá og við tí degi hann flytur til tað seinna nevnda landið.
Sambært § 1 nr. 2 í skattalógini er tað Føroya Landsstýri, ið tekur avgerð um, hvørjar skattaskipanir lúka nevndu treytir. Landsstýrið kann í kunngerð geva fráboðan um góðkendu skipanirnar.
K. Tá skattskyldan ikki verður slept
17) Fulla skattskyldan heldur sostatt ikki uppat, bert tí viðkomandi eisini hevur bústað uttanlands og kemur undir fulla skattskyldu har. Tann tvískatting sum kann koma fyri í slíkum førum, má verða loyst við tvískattasáttmálum ella eftir vanligu lækkingarreglunum í § 154 í skattalógini, har skattgjaldari, ið hevur goldið skatt í útlandinum í føroyska skattinum fær frádrátt fyri tann skatt, hann hevur goldið uttanlands, tó ikki meir enn ta upphædd, ið svarar til tann føroyska skattin av somu inntøku.
L. Gildisreglur
18) Lógarbroytingin í § 1 nr. 2 er sett at koma í gildi 1. januar 1994, og at hava virkning fyri flytingar eftir hendan dag. Men samstundis skal verða víst á, at persónar sum eftir 1. januar 1994 verða mettir at hava bústað í Føroyum, verða fevndir av meginregluni um fulla skattskyldu eftir § 1 nr. 1 uttan mun til, um viðkomandi áður hevur kunnað verið frítikin frá fullari skattskyldu eftir reglunum í § 1 nr. 2 sum búsitandi í Føroyum, men undir fyribils uttanlandsdvøli.
Nevnda støða vil koma at gera seg galdandi í flest øllum førum, har talan er um føroyingar, sum hava hús í Føroyum og hvørs familja býr í Føroyum, og har teir, tá arbeiðið tilletur tað, eru heima í Føroyum, men sum vegna higartil galdandi § 1 nr. 2 hava kunnað sloppið við at rinda skatt í útlandinum. Eitt nú fyri føroyingar í Kanada og í Grønlandi vil støðan gerast ógvuliga aktuell. Men vert er tá at bíta merki í, at munur er á teim nevndu førunum.
M. Grønland
19) Fyri føroyingar undir nevndu skipan í Grønlandi, kemur broytingin ikki at merkjast stórvegis, hóast støðan í teoriini broytist, tí Føroyar í avtalu við Grønland við gildi frá 1. januar 1991 hava játtað, at fulla skattskyldan í Føroyum skal víkja fyri fullari skattskyldu í Grønlandi, um talan er um persónar, sum eru við grønlendskum fiskiskipi. Hetta er tó treytað av, at:
1) frítíðin/frítíðarskeið sum meginregla ikki er longri enn arbeiðstíðin frammanundan t.v.s. er hin sama sum vanliga frítíðin/frítíðarskeið er innan grønlendskt fiskarí og
2) at frítíðin/frítíðarskeiðið beint aftaná verður loyst av einum sum meginregla líka longum arbeiðstíðarskeiði í Grønlandi. Frítíðin/frítíðarskeiðið má í hesum samanhangi ikki vara 6 mánaðir ella longur
N. Kanada
20) Annarleiðis er við føroyingum í Kanada. Føroyar hava onga avtalu við Kanada um avtøku av tvískatting. Maður, sum eftir nevndu reglum kemur undir fulla skattskyldu bæði í Føroyum og í Kanada, kemur tí, tá hann hevur bústað í Føroyum, at rinda skatt í Føroyum, men fær í føroyska skattinum sambært § 154 drigið frá tann uttanlandsskatt, hann hevur goldið í útlandinum av somu inntøku.
O. Upplýsingarskylda um skattskylduna
21) Um persónur roynir at dylja veruligu viðurskifti síni um bústaðartilknýti, eitt nú við at lata sum um bústaður í Føroyum er sleptur í samband við uttanlandsdvøl, og tað í roynd og veru vísur seg, at tilknýti hansara støðugt er tað sama, sum undan frámelding yvirfyri skattavaldinum, so kann hetta eftir ítøkiligari metan verða mett sum roynd at sleppa sær undan at gjalda skatt í Føroyum. Í slíkum førum kann tí koma fyri, at talan verður um brot á § 139 í skattalógini.