Rundskriv nr. 2 frá 11. august 1995
um lønhæddaravgjald
Lønarhæddaravgjald, sambært løgtingslóg nr. 193 frá 10. desember 1993.
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald við seinni broytingum eru í § 2, 3. stk. ymiskar tænastur undantiknar skyldu at gjalda meirvirðisgjald. Her kunnu t.d. nevnast læknavirksemi, tannlækna- og annað dentalvirksemi, tryggingarvirksemi og banka-, sparikassa- og fíggjarvirksemi.
Løgtingslóg nr. 193 frá 10. desember 1993 um lønarhæddaravgjald ásetur í § 1, at um so er, at talan er um:
- læknavirksemi, tannlækna- og annað dentalvirksemi, kiropraktik, fysioterapi og aðra veruliga heilsurøkt,
- tryggingarvirksemi og
- banka-, sparikassa- og fíggjarvirksemi
sum lata tænastur móti samsýning, hava hesi virki skyldu at gjalda eitt lønarhæddaravgjald til landskassan.
Avgjaldsgrundarlagið fyri tey í nr. 1 nevndu virkini er útgoldin A-lønarupphædd hjá virkinum afturatlagt avlop av sjálvstøðugum vinnuvirki ella frádrigið undirskot, gjørt upp eftir reglunum fyri uppgerð av skattskyldugari inntøku. Avgjaldið er 2,5 % av avgjaldsgrundarlagnum fyri nevndu virki.
Avgjaldsgrundarlagið fyri tey í nr. 2 og 3 nevndu virkini er útgoldna A-lønarupphæddin hjá virkinum í avgjaldstíðarskeiðnum. Avgjaldið er 5 % av avgjaldsgrundarlagnum fyri virki.
Tá lønarhæddin verður gjørd upp, skal lønarsamsýning í naturalia viðroknast í lønarhæddina í tann mun, hon gevur rætt til frítíðarendurgjald sambært frítíðarlógini.
Virkir sum bæði hava virksemi eftir nr. 1-3 og annað virksemi, skulu grundað á eitt økisuppbýti av virkinum, gera eitt býti av virkisins lønarhædd og yvirskoti ella halli, sum viðvíkir tí avgjaldsskylduga partinum av virkinum, ávikavíst restini av virkinum.
Avgjaldstíðarskeiðið er ársfjórðingurin. Avgjaldið verður roknað sum eitt fyribils avgjald, grunda á ta útgoldnu A-lønarupphæddina og 25 % av fyribils skrásettu B-inntøkuni hjá sjálvstøðugt vinnurekandi. Avgjaldsgrundarlagið, og tískil støddin á tí endaliga avgjaldinum kann fyrst gerast upp aftaná, at inntøkuárið og/ella roknskaparskeiðið hjá virkinum er farið, herundir tá yvirskot/undirskot hjá virkinum ikki kann gerast upp, fyrr enn inntøkuárið/ roknskaparskeiðið hjá virkinum er at enda.
Lønarhæddaravgjaldið er ein rakstrarútreiðsla hjá omanfyri nevndu virkjum, tá hendan útreiðslan er í samband við inntøkuna virki hevur. Lønarhæddaravgjaldið verður tískil roknað sum ein útreiðsla, sum "í árinum gongur til at vinna inntøkurnar, tryggja tær og halda teimum við", sambært § 31, stk. 1 í skattalógini, og er lønarhæddaravgjaldið frádráttarbært sum rakstrarútreiðsla hjá virkinum.