Sett úr gildi
Skriva út

Rundskriv nr. 2 frá 21. juli 1998

um fartelefonir, sum arbeiðsgevari rindar fyri


Innleiðing:
Sambært § 25, 1. stk. nr. 4) í skattalógini er ókeypis nýtsla av fastogn ella leysafæ o.t. at rokna sum skattskyldug inntøka.

VLS I, fríir ágóðar:
Sambært vegleiðingarskrivi I frá Líkningarráð Føroya frá 1996, kap. D.1 og K.2, fevnir lógargreinin um tey fyribrigdi, har arbeiðsgevarin letur starvsfólk nýta t.d. hús, bilar, telefon sum hann eigur, heilt ella partvíst ókeypis.

Fartelefonir:
Toll- og Skattstova Føroya, Stýrið vil við hesum siga frá, at eisini fartelefon sum arbeiðsgevari letur starvsfólkum sínum og rindar fyri, er at rokna sum frí telefon sambært reglunum um fríar ágóðar.

Virði av fríari telefon sum starvsfelagin skal skattast av, verður ásett av Toll- og Skattaráð Føroya á hvørjum ári.