Rundskriv nr. 2 frá 22. desember 2014
um skatting av fríum summarbýli og stuttleikabáti
Í § 25 í Skattalógini er alt skattskyldugt, sum verður lagt inn í peningi ella peningsvirði. Í hesum sambandi hevur Toll- og Skattaráðið skrivað vegleiðandi rundskriv.
Rundskrivið er ætlað til feløg og juridiskar persónar sum eiga aktiv – fasta ogn og bátar – har hesi aktiv ikki eru ein neyðug íløga fyri virksemi felagsins.
Frítt summarbýli
Virði á fríum summarbýli verður sett til eina fasta prosentupphædd av útveganarupphæddini fyri summarbýlið, og hetta virði verður sett til sama prosent, sum verður nýtt til virkisognarrenting.
Upphæddin verður roknað av útveganarupphæddunum av summarbýlinum við útreiðslum til betran.
Skilt verður ikki millum, um húsið er í Føroyum ella uttanlands, og sami útrokningarháttur verður brúktur í báðum førum.
Virkisognarrentingarprosentið verður ásett av Toll- og Skattaráð Føroya á hvørjum ári, útgangsstøðið er lánsbrævarentan fyri føroysk lánsbrøv, plus 3%.
Heitið “summarbýli” fevnir um ein og hvønn bústað/býli, sum hevur karakter av frítíðarbýli, herundir summarhús, frítíðaríbúð, fjallasmáttu o.l.
Er fastur bústaður á ognini, verður hetta ikki roknað sum summarbýli, men kemur í staðin undir ásetingarnar um vanligan frían bústað.
Fríur stuttleikabátur
Virði á fríum stuttleikabáti verður sett til eina fasta prosentupphædd av útveganarupphæddini við forbetringum til stuttleikabát, og hetta virði verður sett til sama prosent, sum verður nýtt til kapitalisering.
Kapitaliseringsrentingarprosentið verður ásett av Toll- og Skattaráð Føroya á hvørjum ári, útgangsstøðið er lánsbrævarentan fyri føroysk lánsbrøv, plus 8%.
Heitið “stuttleikabátur” fevnir um einhvønn bát, ið verður brúktur til frítíðarendamál.
Rentan er seinastu árini ásett soleiðis:
Ár | Virðisognarrenting | Kapitaliseringsrenting |
2013 | 4,0% | 9,0% |
2014 | 4,0% | 9,0% |
2015 | 3,75% | 8,75% |
Er ognin bert tøk part av árinum, skal upphæddin roknast niður í mát við hetta.
Hóast bátur verður lagdur á land og/ella summarbýli er stongt part av árinum, so verða ognirnar tó roknaðar sum tøkar alt árið. Tíðarskeiðið kann bert lækkast, um útleigað verður til triðja mann, selt og keypt í árinum ella annað, sum kann síðustillast við hetta.
Um starvsfólkið kann prógva, at tað hevur goldið arbeiðsgevaranum fyri at nýta ogn hansara, kann virðið av fría ágóðanum lækkast tilsvarandi, men ikki niðurum 0 kr.
TAKS
Argir, 19. august 2016
Eyðun Mørkøre, stjóri
Jákup Eyðfinn Kjærbo, løgfrøðingar