Rundskriv nr. 3/2016
um fyrisitingarligar sektarásetingar fyri brot á tolllógina
Við heimild í § 37 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll við seinni broytingum (hereftir nevnd tolllógin) hevur TAKS ásett hesar reglur um fyrisitingarligar sektarásetanir fyri brot á kap. 10 í tolllógin.
A. Alment
Sambært kap. 10 í tolllógini er tað revsivert at bróta tolllógina ella kunngerðir, sum eru ásettar við heimild í henni, um so er, at brotið er framt við vilja ella av grovum ósketni. Vanligt ósketni verður ikki revsað.
TAKS hevur próvbyrðuna fyri, at revsivert brot er framt, og ein og hvør ivi skal koma borgaranum til góðar.
Er grundaður ivi um, hvørt brot er framt, eigur sektarkrav ikki at verða sett fram. Er ivi um, hvørt brot er framt við vilja ella av grovum ósketni, skal borgarin á sama hátt hava fyrimun av hesum iva, og sektarkrav skal bert verða gjørt galdandi eftir reglunum um grovt ósketni.
B. Vanligar sektir
Fyri brot á tolllógina ella kunngerðir, sum eru ásettar við heimild í henni, verður fyrisitingarligt sektaruppskot gjørt – tó ikki, tá málið verður latið ákæruvaldinum til viðgerðar.
Øll brot á tolllógina ella kunngerðir, sum eru ásettar við heimild í henni, eru fevnd av hesum rundskrivi og verða bólkað soleiðis:
1. Lógarbrot, framt við vilja
Er lógarbrot framt við vilja, er sektin vanliga tvær ferðir toll- og avgjaldsupphæddina á vøruni.
2. Lógarbrot, framt av grovum ósketni
Er lógarbrot framt av grovum ósketni, er sektin eina ferð toll- og avgjaldsupphæddina á vøruni.
3. Størri lógarbrot, dómstólaviðgerð
Stór ella torfør sektarmál skulu viðgerast í samráði við lógardeildina hjá TAKS.
Er lógarbrot framt við vilja ella av grovum ósketni, og avgjaldsupphæddin á vøruni er meira enn kr. 100.000, kann málið ikki avgerast fyrisitingarliga av TAKS, men skal latast ákæruvaldinum at taka støðu til.
Er borgarin fyltur 70 ár, tá ið avgerð verður tikin í málinum, ella kann hann møguliga ikki sita fongsulsrevsing av heilsuávum, kann málið tó verða avgjørt fyrisitingarliga við eini sekt, sum er tvær ferðir toll- og avgjaldsupphæddina á vøruni.
4. Medvirkan í lógarbroti
Fyri medvirkan í lógarbroti skal líka stór sekt leggjast á hvønn einstakan, ið medvirkað hevur.
Toll- og avgjaldsupphæddin á vøruni verður uppkravd eina ferð, og medvirkandi persónar í málinum bera samábyrgd fyri toll- og avgjaldsupphæddini.
5. Toll- og avgjaldsupphæddin á vøruni
Brot á § 31, stk. 1-3, í tolllógini hevur við sær skyldu at gjalda toll- og avgjaldsupphædd á vøruni.
Er talan um vøru, sum er ólóglig at flyta inn eftir vanligum innflutningstreytum, ella sum er fevnd av einkarinnflutningi, skal hon endaliga ognartakast, t.d. rúsdrekka, vín og øl ella mineralvatn og lidnir leskidrykkir í einnýtisíløtum. Toll- og avgjaldsupphæddin skal ikki rindast í slíkum føri.
6. At avrunda sekt og avgjaldsupphædd
Tá ið sekt verður ásett, skal toll- og avgjaldsupphæddin avrundast niður til nærmastu krónu.
Sektin verður avrundað niður til nærmastu fimmkrónu.
7. At lækka sekt
Almenni parturin í revsilógini er galdandi fyri viðgerðina av fyrisitingarligum sektarmálum eftir tolllógini.
Fyri persónar, sum eru undir 18 ár er sektin helvtin av vanligari sekt.
Sekt kann ikki leggjast á persónar, sum eru undir 15 ár.
Eingin sekt verður ásett lægri enn kr. 300.
8. At ognartaka vøru
Vøra, sum roynt er at smugla, verður afturhildin av tollvaldinum ella av løgregluni vegna tollvaldið, inntil skyldigar toll-, avgjalds- og sektarupphæddir eru goldnar við tí fyrivarni, at vanligu innflutningstreytirnar eru hildnar.
Vøra, sum verður afturhildin ella ognartikin, skal verða merkt við skrásetingarnummarinum á sektini við einum seðli, sum ikki skaðar innpakningin. Vøra skal goymast fyri óviðkomandi á tryggum staði.
Er vøra ikki heintað síðsta dag annan mánaðin eftir, at málið er endaliga avgjørt, verður hon seld á uppboðssølu. Metir tollvaldið, at vøra kann ikki seljast, skal hon oyðileggjast undir eftirliti av tollleiðaranum. Hetta skal gerast minst eina ferð um árið.
C. Brot á fráboðanarskyldu ella og kunngerð, sum er ásett við heimild í tolllógini
Brot á fráboðanarskylduna í § 27a, stk. 2, verður sektað við kr. 5.000 hvørja ferð.
Siglisbrot sbr. § 35, stk. 1, nr. 1 og 2, verður sektað við kr. 5.000 fyri hvørt siglið.
Sektin fyri ófráboðaða komu við skipi ella flogfari sbr. § 7, stk. 1, og § 15, stk. 2, í kunngerðini um tolleftirlit er kr. 5.000.
Sektin fyri at flýggja út fraktsending, sum ikki er tollavgreidd sbr. § 13, stk. 1, er kr. 2.000 fyri hvørja sending.
Sektin fyri, at innflytari gevur skeiva frásøgn, leggur fram skeiv ella ófullfíggjað skjøl ella gevur villleiðandi upplýsingar í sambandi við elektroniska tollavgreiðslu, er kr. 500 fyri hvørja tollavgreiðslu, um ikki brotsgerðin ber við sær harðari revsing eftir øðrum ásetingum.
D. Mannagongd ,tá sekt verður áløgd
Tollsektarfrásøgn skal skrivast í hvørjum føri, tá sekt verður áløgd, og hvør teigur í frásøgnini skal skrivast nágreiniliga.
Eitt eftirfylgjandi sektarnummar skal setast í hvørja tollsektarfrásøgn. Nummarið byrjar av nýggjum við ársbyrjan. Dømi: TAKS á Hálsi, TÓ 001-2009, TAKS í Klaksvík/Saltangará, KS 001-2009, TAKS á Tvøroyri, TV 001-2009.
Tollsektarfrásøgnin skal undirskrivast av tí ella teimum, sum hava avdúkað brotið.
1. At boða frá sekt
Tann, sum fær sekt álagda, skal beinanvegin hava skrivliga fráboðan um sektarásetingina. Verður fráboðanin send honum, skal hon sendast sum innskrivað bræv.
Málið kann avgerast fyrisitingarliga uttan rættarsókn, um viðkomandi játtar seg sekan og játtar at gjalda eina ásetta sekt.
Tað skal kunngerast viðkomandi, at hann kann krevja avgerðina fyri Føroya rætt, um hetta verður gjørt innan 14 dagar, eftir at sektin er kunngjørd honum.
Er sektin kunngjørd í innskrivaðum brævi, byrjar freistin at renna tann dagin, kvittað verður fyri móttøkuna av brævinum.
2. At krevja inn sekt
Høvuðsreglan er, at sektin skal gjaldast á staðnum. Hetta er eisini galdandi fyri persónar, sum ikki búgva í Føroyum. Sekt, sum er áløgd eigara av útlendskum skipi ella skiparanum, tí eingin eigari er til vøruna, skal verða goldin, áðrenn skipið sleppur at sigla.
Tá viðkomandi hevur játtað seg sekan og játtað at rinda sektina, men ikki hevur goldið sektina á staðnum, eigur skrivlig áminning at verða send honum um at gjalda sektina innan eina nærri ásetta tíðarfreist, t.d. 14 dagar. Um sektin ikki er goldin, tá freistin er úti, verður áminning send við upplýsing um, at málið uttan aðra ávaring verður sent til innheintingar, um sektin ikki er goldin innan 14 dagar.
Hetta rundskriv kemur í gildi í dag. Samstundis fer úr gildi rundskriv nr. 2/2009 frá 18. desember um fyrisitingarligar sektarásetingar fyri brot á tolllógina.
TAKS
Argir, 19. august 2016
Eyðun Mørkøre, stjóri
Jákup Eyðfinn Kjærbo, løgfrøðingar