Sett úr gildi
Skriva út

Rundskriv nr. 4 frá 2. mai 2001

um frádrátt sambært § 33, nr. 12 í skattalógini


Sambært § 33, nr. 12 í skattalógini, hevur skattgjaldari rætt til frádrátt fyri part av meirútreiðslum til kost, húsaleigu, ferða- og flutningsútreiðslur, meirútreiðslur til sjúkra- og vanlukku-tryggingar, ið skattgjaldarin hevur vegna inntøkugevandi arbeiði í útlondum ella umborð á útlendskum skipi. Frádrátturin er treytaður av, at dvølurin uttanlands er vegna arbeiði, og at dvølurin uttanlands innan fyri eitt 12 mánaða tíðarskeið antin er 2 mánaðir uttan slit, ella í minsta lagi 100 samdøgur innan fyri eitt 12 mánaða tíðarskeið.

Við kunngerð nr. 98 frá 13. desember 1999, er hesin frádráttur skipaður sum ein samdøgur-frádráttur.

Upphæddirnar nevndar í kunngerðini, er fullur frádráttur,
og er tí bert galdandi, um ein hevur meirútreiðslur
til allar tær útreiðslur, sum nevndar eru í § 33, nr. 12

Sambært § 1, stk. 3 í kunngerðini kann skattgjaldarin ikki fáa frádrátt eftir reglunum í kunngerðini og samstundis fáa endurgjald eftir § 29, nr. 7 í skattalógini ella á annan hátt fáa endurgjald fyri meirútreiðslurnar ella stuðul til dupult húsarhald.

Um skattgjaldarin fær partvíst endurgjald fyri meirútreiðslur, merkir hetta tó ikki, at skattgjaldarin missur allan rættin til frádrátt.

Fær skattgjaldarin endurgoldið nakrar av hesum útreiðslum, ella fær hesar veitingar fríar frá arbeiðsgevaranum, verður samdøgurfrádrátturin lækkaður eftir niðanfyri standandi lutfalli.

Slag av meirútreiðslu:við frádrátti á 300,-við frádrátti á 400,-
Kostur:50%150,-200,-
Húsaleiga:20%60,-80,-
Ferða- og flutningsútreiðslur25%75,-100,-
Sjúkra- og vanlukkutryggingar5%15,-20,-


Hetta skal skiljast soleiðis, at um ein reiðari rindar fyri kost (heilt ella kosturin er farin av óbýttum), so hevur løntakarin onga meirútreiðslu, og skal frádrátturin skerjast við 50%. Rindar løntakarin heldur ikki fyri trygging, verður nevndi frádráttur skerdur við 5% afturat.

Harafturat kemur, at manning umborð á skipum ikki rindar fyri uppihald umborð, og verður frádrátturin tí í øllum førum skerdur við 20%. Her er eisini galdandi, at um hesar útreiðslur verða goldnar av óbýttum, so verður mett, at løntakarin hevur onga meirútreiðslu, og tí verður ongin frádráttur veittur.

Sambært kunngerðini verður frádrátturin roknaður frá tí farið verður úr Føroyum í samband við arbeiðið uttanlands. Hetta merkir, at ferðaútreiðslur í Føroyum til t.d. flogvøll/kajkant, eru ikki fevndar av frádráttarreglunum.


Hetta rundskriv er galdandi frá 1. januar 2000.


Argir, 2. mai 2001


Óli Heinesen /
stjóri

Anja Hovgaard
deildarstjóri