Sett úr gildi
Skriva út

Rundskriv nr. 4/2004

um tollavgreiðslu av stuttleikaførum og bátum


Innflutningur

Innflutningsloyvi
Allir bátar, sum í longd x breidd eru 20GT ella meira, skulu hava innflutningsloyvi. Víst verður til kunngerð nr. 1 frá 3. januar 1990 um inn og útflutning av vørum.

Innflutningsloyvi fæst frá
Fiskimálaráðnum
Yviri við Strond 17-19
Postsmoga 347
FO-110 Tórshavn


Avgjald á innflutningi jbr. § 27 stk. 4 í mvg-lógini

Undir 5 GT
Stuttleikafør og aðrir bátar, sum eru undir 5GT, skulu gjalda 25% í innflutnings-mvg.

5 GT og meira
Stuttleikafør, sum eru 5GT ella meira, skulu gjalda innflutnings-mvg.

Skip og bátar, sum ikki eru stuttleikafør, kunnu innflytast uttan at skula gjalda innflutnings-mvg.

Fyri at kunna skilja ímillum, um ein bátur er stuttleikafar, fiskibátur ella annað, verður skrásetingar-skjalið frá Skipaskránni (Føroya Skipaskráseting) brúkt at styðja seg til. Í skjalinum er ásett, um báturin er stuttleikafar ella t.d. fiskibátur. Er hann skrásettur sum stuttleikafar, skal hann gjalda innflutnings-mvg. Er hann skrásettur sum t.d. fiskifar, skal hann ikki gjalda innflutnings-mvg, um hann verður vinnuliga rikin.

Altjóða málibræv
Í málibrævinum fyri farið er ásett, um tað er undir ella yvir 5 GT. Uppmátingin av farinum skal verða gjørd á føroyskum ella donskum málibrævi ella tjóðskaparbrævi.

Tollavgjald
Tollurin á bátum er 0%.

Manglandi skjøl ella upplýsingar
Hevur innflytarin ikki skjøl, sum vísa støddina á farinum, og hvussu tað er skrásett, skal innflytarin gjalda innflutnings-mvg. Sama ger seg galdandi, um innflytarin ikki kann prógva ella á annan hátt sanna, at farið verður vinnuliga rikið.

 

Tórshavn, 30. november 2004

TOLL- OG SKATTSTOVA FØROYA, STÝRIÐ

Birta Biskopstø

Óli Heinesen