Sett úr gildi
Skriva út

Rundskriv nr. 7 frá 30. desember 2005

um skattafríar veitingar sambært grein 29, nr. 7) í skattalógini


Sambært § 29, nr. 7) í skattalógini verða ikki tald við í skattskyldugu inntøkuna:


"Gjøld, sum hitt almenna hevur fyriskipað einans til at gjalda kostnað av almennum ella embætisligum starvi, tá tey ikki innihalda nakra samsýning fyri vinnu, og somuleiðis tilsvarandi gjøld, ið loyvishavandi og privat virki rinda".


Henda regla er galdandi, tá ið arbeiðsgevari rindar endurgjald til løntakara fyri:


1) at nýta egnan bil í arbeiðsørindum
2) at nýta egna telefon í tænastuni
3) vistarhald í samband við ferðing í arbeiðsørindum í Føroyum
4) vistarhald í samband við ferðing í arbeiðsørindum uttanlands

Viðvíkjandi 1) At nýta egnan bil í arbeiðsørindum

a) Endurgjald, tá ið egin bilur verður nýttur í ørindum fyri arbeiðsgevara
Endurgjaldið er kr. 2,90 fyri hvønn km teir fyrstu 10.000 km um árið og síðani kr. 1,90 fyri hvønn km. Verður endurgoldið eftir hesum reglum, er endurgjaldið ikki skattskyldugt.


Um arbeiðsgevari letur størri endurgjald fyri hvønn km, enn frammanfyri er nevnt, eru upphæddir omanfyri kr. 2,90 ávikavist kr. 1,90 A-inntøka, sum skal ávísast um afturhaldsskipanina.

Arbeiðsgevari hevur skyldu til at ansa eftir, at teir kilometrarnir, sum endurgoldið verður fyri, sam- svara við kilometrarnar, ið koyrdir eru í arbeiðsørindum. Roknskapur skal gerast regluliga og í minsta lagi eina ferð um mánaðan fyri, hvussu nógv koyrt er, og skal hann verða skjal í bókhaldi arbeiðsgevarans.

Um arbeiðsgevari t.d. letur fast gjald um mánaðan sum endurgjald, er gjaldið A-inntøka, sum skal verða ávíst um afturhaldsskipanina.

Um arbeiðsgevarin rindar løntakara kilometurpening fyri at koma til og frá arbeiðsplássi, er pening- urin A-inntøka.


b) Fastar samsýningar fyri at nýta egnan bil
Fastar samsýningar, ið almennir stovnar veita starvsfólkum sínum fyri at nýta egnan bil í tænastu fyri stovnin, skulu ikki roknast við, tá skattskylduga inntøkan verður gjørd upp. Hetta er tó treytað av, at hesar samsýningar fyri hvørt ár og hvønn einstakan persón verða góðkendar av Fíggjarmálaráðnum sum endurgjald fyri at nýta egnan bil í tænastuørindum fyri arbeiðsgevara.

Viðvíkjandi 2) At nýta egna telefon í tænastuni
Tá ið løntakari nýtir egna telefon í tænastuni fyri arbeiðsgevara, og arbeiðsgevarin rindar honum endurgjald fyri ta vinnuligu nýtsluna sambært reglunum hjá tí almenna, er endurgjaldið ikki skattskyldug veiting. Endurgjaldið er kr. 2.380,00 um árið, svarandi til tað fasta gjaldið, sum er kr. 1.380,00, og fyri samrøður kr. 1.000,00.

Endurgjald, sum er hægri enn omanfyri nevnda upphædd, tó hægst ájavnt við samlaðu telefonrokningina, er at rokna sum frí telefon, og skal skattast sum frí telefon. Verður endurgoldið meira enn svarandi til telefonrokningina, er upphæddin omanfyri samlaðu telefonrokningina A-inntøka, sum skal verða ávíst um afturhaldsskipanina.

Viðvíkjandi 3) Vistarhald í sambandi við ferðing í arbeiðsørindum í Føroyum
Tá ið løntakari ferðast í Føroyum í ørindum fyri arbeiðsgevaran, og hesin rindar endurgjald sambært reglunum hjá tí almenna, er endurgjaldið ikki skattskyldugt.

Gjøldini fyri ferðing eru í løtuni hesi:
Tímapeningurkr.15,00
Fullur dagpeningur

-

250,00
Harumframt verður veitt náttarviðbót eftir rokning, tó í mesta lagi

-

500,00
Náttarviðbót, ikki skjalprógvað

-

230,00
Lækkaður dagpeningur, heruppií náttarviðbót,

-

106,00
tá farið verður út um 28 dagar

-

212,00
Av hesum náttarviðbót

-

106,00

 

Treytirnar fyri at gjøldini kunnu veitast skattafrítt eru, at ferðin varar longri enn 4 tímar, og at ferðin er longri burtur enn 4 km frá arbeiðsstaðnum. Vanliga verður ikki latin dag- og tímapeningur innan fyri somu kommunu.

Arbeiðsstaðið er, um ikki annað er fyrisett, arbeiðsstaðið, ið er ávíst løntakaranum (skrivstova, bygd o.t.) soleiðis, at 4 km markið verður roknað haðani.

Dagpeningur verður roknaður fyri hvørt samdøgur, sum løntakarin er burturstaddur. Er tænastuferðin styttri enn 16 tímar, verður tímapeningur roknaður fyri hvønn ásettan tíma. Er hon longri, verður dagpeningur latin.

Náttarviðbót verður veitt fyri at hava ligið nátt burtur frá arbeiðsstaði. Náttin verður roknað til 8 tímar.

Uppgerð og avrokning skulu gerast fyri hvørja ferð sær, og skal uppgerðin verða skjal í roknskapi arbeiðsgevarans.

Ferðast løntakarin í ørindum fyri arbeiðsgevara, og fær hann útreiðslurnar endurgoldnar eftir rokning, eru tær ikki skattskyldugar, men er tá møgulig dag- og náttarviðbót harumframt A-inntøka.

Rindar arbeiðsgevari størri endurgjald, enn her er nevnt, er upphæddin, sum fer upp um tær alment ásettu upphæddirnar, A-inntøka, sum skal verða ávíst um afturhaldsskipanina.

Viðvíkjandi 4) Vistarhald í sambandi við ferðing í arbeiðsørindum uttanlands

Tá ið løntakari ferðast uttanlands í ørindum fyri arbeiðsgevara, og arbeiðsgevarin rindar endurgjald sambært reglunum hjá tí almenna, er endurgjaldið ikki skattskyldugt.

Almennu gjøldini fyri ferðing uttanlands eru í løtuni hesi:


Danmørk
Fyri tænastuferðir til Danmarkar er dagpeningurin kr. 360 um dagin, á heimferðardegi kr. 200. Harumframt verður goldið fyri innivist á hotelli eftir rokning, tó í mesta lagi kr. 700 fyri hvørja nátt. Um starvsfólk ikki skjalprógvar útreiðslur til hotell, fær tað náttarviðbót kr. 250 fyri hvørja nátt.

Full viðbót verður veitt upp til 28 dagar. Aftaná 28 dagar kunnu veitast 45% av frammanfyri til- skilaðu viðbótum skattafríar.

 

Onnur lond
Uttan fyri Danmørk verður endurgoldið fyri hotellrokning. Við hotellrokning verður bert roknað við gisting. Er morgunmatur íroknaður, og tað ikki kann fáast at vita, hvat hann kostar, verða 15% drigin frá dagviðbótini.

Umframt gjald fyri hotellrokning kann dagpeningur veitast sambært reglunum hjá uttanríkisráð- num.

Luttekur tann ferðandi í skeiði (ella í aðrar mátar í ferð), har matur er roknaður í skeiðgjaldið (ella í innbjóðing), hevur viðkomandi bert rætt til 1/4 av dagpeninginum. Eru ikki allar máltíðir roknaðar við í gjaldið, verður drigið frá dagpeninginum soleiðis:


fyri morgunmat 15%
fyri døgurða 30%
fyri nátturða 30%


Verður gist á hotelli í Danmørk, og morgunmaturin er við í hotellprísinum, verða ikki 15% drigin frá í dagpeninginum fyri morgunmat. Er gisting roknað við í gjaldið fyri skeiðið, hevur starvsfólkið ikki rætt til náttarviðbót ella endurgjald fyri hotell.


Sambært § 3, 2. stk. í kunngerð nr. 1 frá 5. januar 1984 um lønarroknskap v.m. skulu veitingar sambært § 29, nr. 7 bókast á serstakar kontur fyri hvønn løntakara sær í roknskapi arbeiðsgevarans.


Endurgjøld, nevnd í hesum rundskrivi, eru skattafrí, um tey verða veitt ájavnt við tey endurgjøld, sum avtalaði eru til eina og hvørja tíð millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag Landsins.

Rundskrivið fær gildi 1. januar 2006. Rundskriv nr. 9 frá 21. desember 1998 fer samstundis úr gildi.


á Argjum, 30. desember 2005


TOLL- OG SKATTSTOVA FØROYA, STÝRIÐ


Óli Heinesen / Birta Biskopstø