Sett úr gildi
Skriva út Rundskriv nr. 8 frá 21. september 1992
um gávur frá arbeiðsgevara
Viðvíkjandi árligum gávum frá arbeiðsgevara til starvsfólk í samband við jól ella nýggjár hevur Líkningarráðið samtykt fylgjandi reglur:
1) Gávur í peningi og gávukort skulu skattast uttan mun til upphæddina.
2) Gávur í "naturalia" skulu ikki skattast, um keypsprísurin er 500,00 kr. ella minni.
Er keypsprísurin yvir 500,00 kr. skal skattur gjaldast av allari upphæddini.
Hetta rundskriv fær gildi frá og við inntøkuárinum 1992.