Kunngerð frá 3. apríl 1986 frá Líkningarráð Føroya
um skatt av frítíðarløn
Við heimild í § 28, 4. stk. í løgtingslóg nr. 86 um landsskatt og kommunuskatt frá 1. september 1983 hevur Líkningarráð Føroya ásett:
§ 1. Sambært § 10, 2. stk. í løgtingslóg um frítíð við løn fellur frítíðarlønin til gjaldingar samstundis við lønini og skal rindast viðkomandi løntakarafelag ella, um onki umboðandi løntakarafelag finst, Frítíðargrunninum í varðveitslu, til frítíðin skal haldast.
§ 2. Tað einstaka løntakarafelagið kann, galdandi fyri eitt innvinningarár, lata limirnar rinda skatt av frítíðarløn sum tilskilað undir 1) ella 2):
1) Skattur av frítíðarlønini verður frároknaður lønini/hýruni, tá ið arbeiðsgevarin ávísir hana yvir afturhaldsskipanina. Frítíðarlønin verður í sínari heild flutt løntakarafelagnum í varðveitslu.
2) Frítíðarlønin verður í sínari heild flutt løntakarafelagnum í varðveitslu og skattað, tá ið løntakarafelagið ávísir hana yvir afturhaldsskipanina.
§ 3. Frítíðarlønin, sum fer í varðveitslu í Frítíðargrunnin, verður skattað sambært regluni í § 2, 1) í hesari kunngerð.
§ 4. Arbeiðsgevari kann draga frá frítíðarlønir í tí ári, hon verður goldin løntakarafelag ella Frítíðargrunninum.
§ 5. Arbeiðsgevari hevur sambært § 118 í samtíðarskattalógini skyldu til at geva skattamyndugleikunum og lønatakarum upplýsingar um ta frítíðarløn, sum er útgoldin løntakarum í inntøkuárinum.
§ 6. Brot á reglurnar í hesari kunngerð verður revsað sambært § 146 í samtíðarskattalógini.
heimild í ásetta upphæddin, sum skilað verður til í § 5, stk. 1, nr. 2, verður sett til 5.000 kr.