Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 101 frá 12. mai 1988

um virki og fyrisiting av frítíðargrunninum

(Sum broytt við: K. nr. 54 frá 15.05.1995)
Við heimild í § 21, 4. stk. í løgtingslóg nr. 30 frá 7. apríl 1986 um frítíð við løn, hevur landsstýrið fyrisett:

Stuðul til frítíðarendamál.

§ 1. Fæ grunsins fer til at fíggja tiltøk, ið útvega løntakarum frítíðarmøguleikar. Veitingarnar úr grunninum skulu latast til stovnar ella feløg, sum einans hava til endamáls at útvega løntakarum frítíðarmøguleikar.
2. stk. Frítíðargrunnurin veitir lán og ella stuðul til útvegan av økjum, bygging ella umbøting av frítíðarhúsum og ella frítíðarmiðdeplum og til onnur frítíðartiltøk til frama fyri løntakarar, serstakliga familjur við børnum.
3. stk. Lán og ella stuðul verða veitt eftir umsókn til nevnd grunsins, sum í hvørjum einstøkum føri ásetir treytirnar.
4. stk. 1) Í førum, har talan er um trotabúarviðgerð av peningastovni, kann frítíðargrunnurin, í tann mun fæ grunsins røkkur, tryggja løntakara frítíðarlønarkrøv móti at vinna rættin til kravið mótvegis trotabúnum.

Fæ grunsins.

§ 2. Fæ grunsins fæst til vega frá rentuinntøkum og peningi, sum sambært § 18 í løgtingslóg um frítíð við løn er ogn grunsins.
2. stk. Harafturat hoyrir til fæ grunsins tann upphædd, sum 1. apríl 1986 sambært landskassans roknskap stóð í grunninum. Grunnurin kann einans nýta renturnar av hesi upphædd til at fíggja tey í § 1 nevndu endamál.
3. stk. Nevndin hevur skyldu at bera so í bandi, at fæ grunsins gevur sum mest av sær.
4. stk. 1) Nevndin hevur skyldu til at krevja útlagdan pening aftur beinanvegin útgjalding er farin fram.

Nevndin

§ 3. At sita fyri frítíðargrunninum, verður nevnd vald, sum hevur 5 limir. Formaðurin, sum skal verða løgfrøðingur, verður valdur av landsstýrinum. Landsstýrið velur 3 limir eftir uppskoti frá løntakarafeløgunum og tann fimta limin eftir uppskoti frá arbeiðsgevarafeløgunum. Nevndin verður vald fyri 3 ár í senn. Samstundis verða vald varafólk, sum taka sæti í nevndini, tá limi berst frá.
2. stk. Nevndin er viðtøkufør, tá formaðurin og minst 2 aðrir limir eru møttir. Allar avgerðir í nevndini verðar tiknar við vanligum meiriluta. Stendur á jøvnum er formansins atkvøða avgerandi.
3. stk. Frítíðargrunnurin verður teknaður av nevndarformanninum saman við einum øðrum nevndarlimi.
4. stk. Nevndin fyri frítíðargrunnin kann útvega sær fyrisitingarliga hjálp og hevur heimild til at nýta pening av fæi grunsins til hetta endamál.
5. stk. Nevndarlimirnir fáa samsýning eftir reglunum viðvíkjandi fundarpeningi, sum eru ásettar av landsstýrinum.

Roknskapur og grannskoðan

§ 4. Roknskaparár grunsins er álmankkaárið.
2. stk. Nevndin hevur skyldu at lata gera roknskap fyri farna árið við fíggjarstøðu tann 31. desember.
3. stk. Nevndin velur løggildugan grannskoðara fyri 3 ára skeið til at grannskoða roknskapirnar, sum verða sendir landsstýrinum á hvørjum ári innan 1. juni.
4. stk. Grannskoðarin skal eisini hava grannskoðan av inn- og útgjaldingum av frítíðarlønum sambært skipanina í landsstýrsins kunngerð um frítíðarløn nr. 14 frá 16. februar 1987.

Ársfrágreiðing

§ 5. Nevndin hevur skyldu til at lata ársfrágreiðing um virki grunsins í farna ári sum verður send landsstýrinum á hvørjum ári innan 1. juni.

§ 6. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er lýst.

Notir
1) Broytt við ll. nr. 54 frá 15.05.1995, við gildi frá 20.mai 1995.