Sett úr gildi
Skriva út Kunngerð nr. 101 frá 5. november 2007
um freist fyri at lata inn serliga skattauppgerð
Við heimild í § 28, stk. 2 í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi (kapitalvinningsskattalógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 46 frá 16. mai 2006 verður ásett:
§ 1. Freistin fyri at lata Toll- og Skattstovu Føroya serliga skattauppgerð er 31. desember 2007.
§ 2. Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. (Útgivið 9. november 2007)
Fíggjarmálaráðið, 5. november 2007
Magni Laksáfoss (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)