Kunngerð nr. 104 frá 28. juni 2001 um samskatting av feløgum
§ 1. Partafeløg, smápartafeløg og lutafeløg, sum eru heimahoyrandi í Føroyum, kunnu verða samskattaði, um tey lúka treytirnar í hesi kunngerð.
Stk. 2. Fleiri lutafeløg kunnu tó ikki verða samskattaði, men eitt lutafelag kann vera móðurfelag í eini konsern.
§ 2. Feløgini skulu hava sama roknskaparár.
§ 3. Samskatting verður bert loyvd, um talan er um móður-dóttirfeløg, har móðurfelagið, antin einsamalt ella saman við einum ella fleiri av dóttirfeløgunum, ið koma undir samskattingina, eigur allar kapitalpartar í teimum dóttirfeløgum, samskattingin viðvíkur, og hevur átt hesar alt rakstrarárið.
§ 4. Umsókn um samskatting skal vera skrivlig og skal latast Toll- og Skattstovu Føroya í tí øki, har heimakommuna móðurfelagsins er.
Stk. 2. Umsóknin skal í seinasta lagi sendast inn saman við sjálvuppgávum og roknskapum hjá teimum feløgum, sum skulu vera við í samskattingini, og ikki seinni enn 15. august í árinum aftaná at fyrsta roknskaparskeiðið, sum samskattingin viðvíkur, endar.
Stk. 3. Skjalprógv, sum sanna, at eigaraviðurskiftini eru sum kravt eftir § 9, stk. 1 í ásetingarlógini, skulu sendast saman við umsóknini. Eisini krevst skjalprógv um, at feløgini ikki eru undir trotabúaviðgerð, sbr. § 5.
§ 5. Loyvi verður ikki givið til samskatting, um eitt av feløgunum, sum skal koma undir samskattingina, er undir trotabúaviðgerð.
Stk. 2. Verður felag, sum er við í samskattingini, tikið undir trotabúaviðgerð, verður samskattingin slitin við gildi fyri roknskaparskeiðið, tá freistdagurin sambært § 1 í konkurslógini er.
§ 6. Samskattaðu feløgini skulu gera eina sjálvstøðuga uppgerð av teirra skattskyldugu inntøku saman við egnari sjálvuppgávu.
Stk. 2. Inntøkan hjá øllum feløgunum, sum eru við í samskattingini, verður tald saman og verður uppgivin samlað á sjálvuppgávuni hjá móðurfelagnum og latin Toll- og Skattstovu Føroya í tí økinum, har móðurfelagið hevur heimakommunu.
Stk. 3. Hall, sum er frá tíðini, áðrenn feløgini vóru samskattaði, kann einans dragast frá eftir § 33 nr. 5 í løgtinslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 59 frá 27. apríl 2001, í felagsins egna yvirskoti.
Stk. 4. Um eitt samskattað felag í einum ári fær neyðskuldarsemju ella skuldareftirgeving ella avtala verður gjørd um sjálvbodna skuldarsemju, verður avmarking eftir reglunum í § 33, nr. 5b í løgtinslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 59 frá 27. apríl 2001, bert framd í felagsins egna halli. Um hall framvegis er, og hallið stavar frá tíðini aftaná samskattingina, verður tað hallið drigið frá í uppgerðini eftir stk. 2.
Stk. 5. Skattakrøv og rentur verða kravd frá móðurfelagnum og møguligar afturgjaldingar verða goldnar móðurfelagnum, hóast krøvini stava frá roknskaparári áðrenn samskatting byrjar.
§ 7. Samskattað feløg skulu á hvørjum ári upplýsa um ognarviðurskiftini hjá samskattaðu feløgunum, í roknskapi ella serstøkum skjali, sum er viðheft sjálvuppgávuni.
§ 8. Ynskja feløgini, at samskattingin skal enda, skulu feløgini geva boð um hetta til Toll- og Skattstovu Føroya í seinasta lagi áðrenn freistin fyri rættstundis innlatan av sjálvuppgávu fyri tað roknskaparárið, sum serskatting ynskist, er farin.
Stk. 2. Endurnýggjan av loyvi til samskatting aftaná, at feløgini sjálvi hava støðgað samskattingini, verður ikki loyvd.
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri umsóknir um samskatting, sum koma inn kunngerðardagin og seinni.