Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 108 frá 5. juli 2001 frá Fíggjarmálastýrinum

um barsilsgjald

Við heimild í § 19, stk. 3, í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, verður ásett:

§ 1. Áðrenn inntøka, sum er gjaldsskyldug eftir § 18 í lógini, verður útgoldin persóni, sum er gjaldsskyldugur eftir § 17 í lógini, skal barsilsgjaldið eftir § 19 í lógini avroknast gjøgnum eitt av landsstýrismanninum góðkent stað til avrokningar av lønum. Avrokningarstaðið avroknar barsilsgjaldið til Toll- og Skattstovu Føroya.
Stk. 2. Tá A-inntøka verður rindað av gjaldsskyldugum eftir § 17, stk. 2, nr. 2, í lógini, skulu hesi avrokna sín part av barsilsgjaldinum til Toll- og Skattstovu Føroya

  1. við at geva Toll- og Skattstovu Føroya fulltrú til at taka barsilsgjaldið av peningastovnskonto hjá viðkomandi, ella
  2. við at rinda barsilsgjaldið eftir rokning frá Toll- og Skattstovu Føroya. Barsilsgjaldið eftir rokning frá Toll- og Skattstovu Føroya skal gjaldast innan 7 dagar eftir at Toll- og Skattstova Føroya hevur sent rokningina.

Stk. 3. Tá barsilsgjaldið verður rindað eftir rokning frá Toll- og Skattstovu Føroya, verður kravt eitt avgreiðslugjald, sum er kr. 100,- fyri hvørja rokning.

§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 89 frá 31. mai 2001 um barsilsgjald.

 

Fíggjarmálastýrið, 5. juli 2001

Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)