Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 11 frá 7. februar 2018 

um meirvirðisgjald fyri ikki vinnuligt og almannagagnligt frítíðarvirksemi

Við heimild í § 3 a, stk. 3 í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 34 frá 30. apríl 2011, løgtingslóg nr. 57 frá 17. mai 2013 og løgtingslóg nr. 155 frá 23. desember 2015 verður ásett:


§ 1. Henda kunngerð fevnir um íløgur, sum felagsskapir, stovnar og grunnar gera í ikki vinnuligt, almannagagnligt frítíðarvirksemi.
Stk. 2. Felagsskapir, stovnar og grunnar, sum gera íløgur í ikki vinnuligt, almannagagnligt frítíðarvirksemi skulu rinda meirvirðisgjald í landskassan av
íløgum sínum samsvarandi galdandi reglum í løgtingslóg um meirvirðisgjald.

§ 2. Meirvirðisgjald av íløgum í ikki vinnuligt, almannagagnligt frítíðarvirksemi verður afturgoldið til felagsskapir, stovnar og grunnar við 100% av inngangandi
meirvirðisgjaldinum.

§ 3. Fíggjarætlanin og kostnaðarætlanin av íløguni í ikki vinnuligt, almannagagnligt frítíðarvirksemi skal vera góðkend av statsautoriseraðum, skrásettum
ella løggildum grannskoðara. Grannskoðarin skal í góðkenning sínari av fíggjarætlanini og kostnaðarætlanini staðfesta, at íløgan er omanfyri 1 mió. kr.
og at í minsta lagi 33% av samlaða íløgukostnaðinum, uttan meirvirðisgjald, er fingin til vega sum gáva ella innsavnað við óløntum og sjálvbodnum arbeiði, og at fígging er til alla íløguverkætlanina.

§ 4. Viðkomandi kommuna, har íløgan verður gjørd, hevur ábyrgdina av og skal góðkenna øll neyðug byggiteknisk myndugleikakrøv og myndugleikaloyvi
til íløguverkætlanina.

§ 5. Meirvirðisgjaldið verður endurrindað eftir umsókn, sum verður send TAKS. Fyri at kunna góðkenna umsóknina, skal TAKS, saman við umsóknini, hava góðkenningar frá grannskoðara og kommunu, sbrt. §§ 3 og 4.

§ 6. Tíðarfreist at lata inn uppgerðina er samsvarandi § 20, stk. 1 og 2 í løgtingslógini.

§ 7. Samlaða endurgjaldið kann ikki verða hægri enn meirvirðisgjaldið í fíggjarætlanini og kostnaðarætlanini, sum er góðkend av grannskoðara, sbrt. § 3.

§ 8. Endurgoldið meirvirðisgjald skal rindast aftur í landskassan eftir ásetingunum í kapittul 7 í kunngerð um lutfalsligan frádráttarrætt fyri meirvirðisgjald
og um javnan av inngangandi avgjaldi av íløgugøgnum, um íløgan verður seld ella ikki longur verður nýtt til ætlaða virksemið og til almannagagnligt frítíðarvirksemið.

§ 9. Avgerðir hjá TAKS kunnu kærast til Skatta- og avgjaldskærunevndina. Kæran skal vera skrivlig og grundgivin. Saman við kæruni skal fylgja við avrit av kærdu avgerðini umframt avrit av teimum skjølum, sum kærarin metir vera av týningi fyri avgerðina. Freistin at kæra er 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.

§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri umsóknir um endurgjald fyri inngangandi meirvirðisgjald, sum
TAKS hevur móttikið í seinasta lagi 31. desember 2019.

(Útgivið: 09.02.2018)

Fíggjarmálaráðið, 7. februar 2018

Kristina Háfoss (sign.) / Bjarni Askham Bjarnason (sign.)
landsstýrismaður