Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 120 frá 22. desember 2000 frá Fíggjarmálastýrinum

um frádrátt fyri part av meirútreiðslum til kost, húsaleigu, ferða- og flutningsútreiðslur og sjúkra- og vanlukkutryggingar vegna inntøkugevandi arbeiði í útlondum ella umborð á útlendskum skipi fyri 2001

Við heimild í § 33, nr. 12 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum, verður ásett:

§ 1. Frádrátturin fyri part av meirútreiðslum til kost, húsaleigu, ferðing, flutning og sjúkra- og vanlukkutrygging, ið skattgjaldari hevur vegna inntøkugevandi arbeiði á landi uttanlands ella umborð á útlendskum skipi, verður veittur sum ein samdøgurfrádráttur.
Stk. 2. Treytin fyri samdøgurfrádrátti er, at talan er um persón við fullari skattskyldu til Føroya, og at hesin hevur inntøkugevandi arbeiði á landi uttanlands ella umborð á útlendskum skipi antin í 2 mánaðir uttan slit innan fyri eitt 12 mánaða tíðarskeið ella í 100 samdøgur innan fyri eitt 12 mánaða tíðarskeið.
Stk. 3. Skattgjaldarin kann ikki fáa frádrátt eftir reglunum í hesi kunngerð og samstundis fáa endurgjald eftir § 29, nr. 7 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt ella á annan hátt fáa endurgjald fyri meirútreiðslurnar ella stuðul til dupult húsarhald.
Stk. 4. Skattgjaldarin hevur skyldu til at rokna ta í útlandinum ella umborð á útlendskum skipi vunnu lønina við í føroysku skattskyldugu inntøkuna, tá ið henda verður gjørd upp og skal við sjálvuppgávuni leggja við skjalprógv fyri dagatalið uttanlands ella umborð í útlendskum skipi, umframt árslønarseðil og viku- ella mánaðaravrokningar.

§ 2. Frádráttur verður roknaður frá tí farið verður úr Føroyum í samband við arbeiði uttanlands. Frádráttur kann bert verða veittur fyri teir dagar, ið veruliga hava beinleiðis samband við ferðina og dvølið uttanlands vegna arbeiði í útlandinum ella umborð á útlendskum skipi. Annar - fyri arbeiði annars óviðkomandi - dvølur uttanlands, verður ikki taldur við í frádráttartíðarskeiðnum.

§ 3. Fyri arbeiði umborð á útlendskum skipi er samdøgurfrádrátturin kr. 300 og fyri arbeiði í útlondum eru samdøgurfrádráttirnir fyri 2001:
Danmark, Noreg, Svøríki, Ísland og Finland DKR 300,00
Onnur lond DKR 400,00

§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2001. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 98 frá 13. desember 1999 um frádrátt fyri part av meirútreiðslum til kost, húsaleigu, ferða- og flutningsútreiðslur og sjúkra- og vanlukkutryggingar vegna inntøkugevandi arbeiði í útlondum ella umborð á útlendskum skipi fyri 2000.

 

Fíggjarmálastýrið, 22. december 2000

Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)