Kunngerð nr. 120 frá 19. desember 2008
um áseting av afturberingsprosenti til reiðaravirkir, sum hava skip, ið eru skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni FAS
Við heimild í § 63a, stk. 7 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommuskatt við seinni broytingum verður ásett:
§ 1. 1) Reiðaravirkir, sum lúka treytirnar í § 63a í skattalógini, og sum rinda persónum skattskyldugum í Føroyum løn, eftirløn, samsýning o.tíl. fyri tænastu umborð á skipum, ið eru skrásett í FAS, fáa ein part av útgoldnu lønunum, eftirlønunum, samsýningunum o.tíl. afturbornan.
Stk. 2. Reglurnar um afturbering eru eisini galdandi fyri tænastur umborð á skipi, sum eftir § 63a í skattalógini verða javnmett við skip skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni FAS.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin hevur ásett afturberingprosentið at vera 35% árliga.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2009.
Fíggjarmálaráðið, 19.desember 2008
Jóannes Eidesgaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)