Kunngerð nr. 125 frá 21. desember 2006
um ásetan av afturberingarprosenti til reiðaravirkir, sum hava skip, ið eru skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni FAS
Við heimild í § 63 a, stk. 7 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum verður ásett:
§ 1. Reiðaravirkir, sum lúka treytirnar í § 63 a í skattalógini, og sum rinda persónum skattskyldugum í Føroyum løn, samsýning o.t. fyri tænastu umborð á skipum, ið eru skrásett í FAS, fáa ein part av útgoldnu lønunum, samsýningunum o.t. afturbornan.
Stk. 2. Reglurnar um afturbering eru eisini galdandi fyri tænastur umborð á skipi, sum eftir § 63 a í skattalógini verða javnmett við skip skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni FAS.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin hevur ásett afturberingarprosentið til at vera 30% árliga.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2007. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 6 frá 15. februar 1996 um ásetan av afturberingarprosentinum til reiðaravirkir, sum hava skip, ið eru skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni FAS.
Fíggjarmálaráðið, 21. oktober 2006
Bárður Nielsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)