Kunngerð nr. 130 frá 24. mai 1993
um frítøku fyri meirvirðisgjald av vørum, ið verða útfluttar sum ferðagóðs
(Sum broytt við kunngerð nr. 95 frá 29. juni 1994)
Við heimild í § 12, stk. 2 í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald við seinni broytingum hevur Føroya Landsstýri fyrisett:
§ 1. Vørur, sum mvg-skrásett virki selja til persónar, ið hava bústað í útlandi og, sum hesi taka við sær til útland sum ferðagóðs, kunnu verða frítiknar fyri meirvirðisgjald sambært reglunum í hesi kunngerð.
§ 2. Frítøkan er treytað av, at keypið er í sama handli og at vørurnar tilsamans hava eitt virði yvir 300 kr. íroknað avgjald.
§ 3. Vørurnar skulu latast til tollviðgerð beinleiðis í sambandi við fráferð keyparans. Fráboðanin, ella fakturin, verður útflýggjað, eftir at tollvaldið hevur ásett váttan um útflutning til tann, ið letur vørurnar til tollviðgerð. Fráboðanin ella fakturin skal leggjast við roknskapi virkisins sum skjalprógv fyri avgjaldsfrítøkuna.
§ 4. Keyparin skal yvir fyri virkinum skjalprógva bústað sín í útlandi við at vísa fram pass, identitetskort ella annað samsvarandi eyðkenniskort, har uttanlands bústaður er áskrivaður.
§ 5. Sølan skal dragast frá í avgjaldsskyldugu søluni í tí avgjaldstíðarskeiði, tá skjalprógv kann verða latið.
§ 6. Tann, sum við vilja ella av grovum ósketni gevur skeivar ella villleiðandi upplýsingar ella dylur upplýsingar at nýta til eftirlit hjá tollvaldinum, verður revsaður við bót.
§ 7. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.