Kunngerð nr. 13 frá 27. februar 1996
um flytigóðs
Við heimild í §§ 6, litra b og 36, stk. 2 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Flytigóðs er undantikið tolli og avgjøldum treytað av, at eigarin veruliga flytur higar til tess at búsetast her í landinum og samstundis gevur upp bústaðin, hann hevur havt í útlandinum.
Stk. 2. Sum skjalprógv fyri at flutt er krevst flytiváttan frá bústaðarkommununi (fólkayvirlitinum), ið viðkomandi flytur til.
Stk. 3. Í samband við innflutning av flytigóðsi skal hann, ið flytur, útfylla og undirskriva serliga flytigóðsváttan frá Toll- og Skattstovu Føroya.
§ 2. Fyri at lutir kunnu flytast inn toll- og avgjaldsfrítt sum flytigóðs, er tað ein treyt, at lutirnir eru ogn hjá honum, sum flytur, at lutirnir eru brúktir av honum ella húski hansara, og at teir framvegis skulu brúkast av honum ella húski hansara.
Stk. 2. Lutirnir skulu hava verið ogn hjá honum, sum flytur, ella húski hansara í minsta lagi 6 mánaðir, áðrenn flutt verður.
§ 3. Matvørur, tubbaksvørur og rúsdrekkavørur kunnu ikki flytast inn toll- og avgjaldsfrítt sum flytigóðs.
§ 4. Brúkt motorakfør (ið hava koyrt í minsta lagi 5.000 km.), bátar og flogfør kunnu flytast inn toll- og avgjaldsfrítt sum flytigóðs, tá ið nevndu før hava verið ogn hjá honum, sum flytur, og verið endaliga skrásett í navni hansara í minsta lagi 2 ár í tí landi, flutt verður úr, og eigarin hevur havt fastan bústað har í minsta lagi 2 ár og hevur búð uttan fyri Føroyar í minsta lagi 3 ár.
Stk. 2. Við endaliga skráseting er at skilja, at øll innflutnings-, umsetnings- og skrásetingargjøld eru goldin í tí landinum, sum flutt verður úr.
Stk. 3. Úr Danmark (tó ikki Grønlandi) eru nevndu treytir fyri motorakfør 6 mánaða ognartíð og 1 ára bústaðartíð.
§ 5. Motorakfør, bátar og flogfør, ið verða flutt inn toll- og avgjaldsfrítt sum flytigóðs, skulu bert vera til egna nýtslu, og eigarin hava fylt 18 ár.
Stk. 2. Um nevndu før skifta hond innan 1 ár frá innflutningsdegnum, fyri motorakfør frá skrásetingardegnum her í landinum, koma førini undir toll og onnur avgjøld eftir vanligum innflutningsreglum.
Stk. 3. Hvør persónur hevur bert loyvi at flyta inn sum flytigóðs 1 av nevndu førum.
§ 6. Rætturin til toll- og avgjaldsfrían innflutning av flytigóðsi fellur burtur 1 ár eftir, at flutt er.
§ 7. Brot á hesa kunngerð verða sektað eftir kap. 10 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll.
§ 8. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er lýst. Samstundis fer úr gildi § 28 í kunngerð nr. 44 frá 18. september 1958 við seinni broytingum um uppkrevjing av gjøldum v.m. eftir løgtingslóg nr. 23 frá 11. februar 1950 við seinni broytingum.