Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 132 frá 4. oktober 2001

um frádrátt fyri part av meirútreiðslum til kost, húsaleigu, ferða- og flutningsútreiðslur og sjúkra- og vanlukkutryggingar vegna inntøkugevandi arbeiði í útlondum ella umborð á útlendskum skipi fyri 2002

Við heimild í § 33, nr. 12 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommun-u--skatt við seinni broytingum, verður ásett:

§ 1. Frádrátturin fyri part av meirútreiðslum til kost, húsaleigu, ferðing, flutning og sjúkra- og vanlukkutrygging, ið skattgjaldari hevur vegna inntøkugevandi arbeiði á landi uttanlands ella umborð á útlendskum skipi, verður veittur sum ein samdøgurfrádráttur.
Stk. 2. Treytin fyri samdøgurfrádrátti er, at talan er um persón við fullari skattskyldu til Før-oya, og at hesin hevur inntøkugevandi arbeiði á landi uttanlands ella umborð á útlendsk-um skipi antin í 2 mánaðir uttan slit innan fyri eitt 12 mánaða tíðarskeið ella í 100 samdøgur inn-an fyri eitt 12 mánaða tíðarskeið.
Stk. 3. Skattgjaldarin kann ikki fáa frádrátt eftir reglunum í hesi kunngerð og samstundis fáa endurgjald eftir § 29, nr. 7 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt ella á annan hátt fáa endurgjald fyri meirútreiðslurnar ella stuðul til dupult húsarhald.
Stk. 4. Skattgjaldarin hevur skyldu til at rokna ta í útlandinum ella umborð á útlendskum skipi vunnu lønina við í føroysku skattskyldugu inntøkuna, tá ið henda verður gjørd upp og skal við sjálvuppgávuni leggja við skjalprógv fyri dagatalið uttanlands ella umborð í út-lendsk--um skipi, umframt árslønarseðil og viku- ella mánaðaravrokningar.

§ 2. Frádráttur verður roknaður frá tí farið verður úr Føroyum í samband við arbeiði uttan-lands. Frádráttur kann bert verða veittur fyri teir dagar, ið veruliga hava beinleiðis samband við ferðina og dvølið uttanlands vegna arbeiði í útlandinum ella umborð á útlendskum skipi. Annar - fyri arbeiði annars óviðkomandi - dvølur uttanlands, verður ikki taldur við í frádrátt-ar-tíðarskeiðnum.

§ 3. Fyri arbeiði umborð á útlendskum skipi og fyri arbeiði í útlondum er samdøgurfrá-drátt-urin fyri 2002 kr. 100,-.

§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2002. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 120 frá 22. desember 2000 um frádrátt fyri part av meirútreiðslum til kost, húsaleigu, ferða- og flutn-ingsútreiðslur og sjúkra- og vanlukkutryggingar vegna inntøkugevandi arbeiði í út-londum ella umborð á útlendskum skipi fyri 2001.

 

Fíggjarmálastýrið, 4. oktober 2001

Karsten Hansen, (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)