Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 132 frá 27. desember 2006

um Stuðul til ferðaútreiðslur og útreiðslur til dupult húsarhald

Við heimild í § 2, stk. 2, § 4, stk. 3 og § 7, stk. 4 í løgtingslóg nr. 93 frá 6. juni 1997 um stuðul til ferðaútreiðslur, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 109 frá 13. desember 2006 og § 2. stk. 3 og 4, § 4, stk. 3 og § 7, stk. 4 í løgtingslóg nr. 95 frá 6. juni 1997 um stuðul til dupult húsarhald, sum broytt við løgtingslóg nr. 174 frá 30. desember 1997, verður ásett:

Kapittul 1
Stuðul til ferðaútreiðslur

§ 1. Stuðul verður bert veittur eftir umsókn.
Stk. 2. Serligt umsóknarblað skal nýtast, tá søkt verður um stuðul.

§ 2. Fyri útreiðslur til ferðing millum bústað og arbeiðsstað í Føroyum verður stuðul veittur, um ferðaleiðin aftur og fram pr. arbeiðsstað er longri enn 15 km.
Stk. 2. Er ferðaleiðin millum bústað og arbeiðsstað:

  1. 8 til 15 km er dagligi stuðulin kr. 10,00.
  2. 16 til 25 km er dagligi stuðulin kr. 17,50.
  3. 26 til 37 km er dagligi stuðulin kr. 24,00.
  4. 38 til 51 km er dagligi stuðulin kr. 30,00.
  5. Yvir 51 km er dagligi stuðulin kr. 35,00.

Stk. 3. Fjarstøðan millum bústað og arbeiðsstað verður grundað á vanligu ferðaleiðina millum bústað og arbeiðsstað. Vegastrekkir verða uppgjørd sambært ásetingunum hjá Landsverk.

§ 3. Fyri útreiðslur til innanoyggja ferðing millum bústað og arbeiðsstað í Føroyum loftvegis, sjóvegis og gjøgnum undirsjóvartunlar, verður stuðul veittur fyri tveir túrar dagliga fyri hvønn arbeiðsstað. Fyri ferðing loftvegis og fyri Suðuroyarleiðina er stuðulin 18,25 kr. fyri hvønn túr. Fyri allar aðrar leiðir sjóvgis er stuðulin 10,00 kr. fyri hvønn túr. Fyri koyring gjøgnum undirsjóvartunlar er stuðulin kr. 2,90 fyri hvønn túr, umframt stuðul veittur eftir § 2.
Stk. 2. Kann ferðing loftvegis ella sjóvegis bert nýtast ein part av ferðaleiðini, kunnu reglurnar í § 2 verða nýttar fyri hin partin av ferðaleiðini.

Kapittul 2
Stuðul til dupult húsarhald

§ 4. Stuðul til dupult húsarhald verður bert veittur eftir umsókn.
Stk. 2. Fyri útreiðslur í sambandi við dupult húsarhald eru hesar stuðulsupphæddir ásettar:

  1. Fyri leigu av høli er upphæddin 488 kr. um mánaðin.
  2. Fyri eykaútreiðslur til kost er upphæddin 20,50 kr. fyri hvønn arbeiðsdag.
  3. Innlendis ferðing aftur og fram eina ferð um vikuna, útroknað eftir kap. 1.

Stk. 3. Minstaupphæddin, ið viðkomandi sjálvur skal bera, er ásett til 850 kr. fyri stuðulsskeiðið. Stuðulsskeiðini eru frá 1. januar – 30. juni og 1. juli – 31. desember.

Kapittul 3
Vanligar reglur

§ 5. Tað er ein treyt fyri at fáa stuðul eftir §§ 2 og 3, at arbeiðsgevari umsøkjarans á umsóknini váttar, at viðkomandi arbeiðir hjá honum. Stuðul eftir § 4 er treytaður av, at útleigarin á umsóknini váttar, at tær av umsøkjaranum givnu upplýsingar viðvíkjandi íbúð og leigutíð eru rættar.

§ 6. Stuðul verður ikki veittur persónum, ið hava rætt til endurgjald á annan hátt fyri ferða­útreiðslur ella útreiðslur í sambandi við dupult húsarhald, eins og ein ikki kann fáa stuðul til bæði ferðaútreiðslur og dupult húsarhald í størri mun enn ásett í kap. 2.

§ 7. Avgerðir tiknar sambært løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur og løgtingslóg um stuðul til dupult húsarhald kunnu innan 4 vikur kærast til kommunalu skattakærunevndina. Kæran skal vera skrivlig og grundgeving fyri kæruni skal vera við.
Stk. 2. Avgerðin hjá kommunalu skattakærunevndini kann innan 4 vikur kærast til Skatta- og avgjaldskærunevndina.
Stk. 3. Freistin í stk. 1 og 2 verður roknað frá tí degi, kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.

Kapittul 4
Gildiskoma

§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2007. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 88 frá 7. september 2006 um stuðul til ferðaútreiðslur og útreiðslur til dupult húsarhald.

 

Fíggjarmálaráðið, 27. desember 2006

Bárður Nielsen, (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)