Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 14 frá 3. mars 2010

um tænastugjøld uttan fyri avgreiðslutíð

Við heimild í § 23 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum broytt við løgtingslóg nr. 171 frá 21. desember 2001, verður ásett:

§ 1. Fyri avgreiðslur av skipum og flogførum

  1. mánadag til fríggjadag millum kl. 16.00-08.00 og
  2. allan dagin leygardag, sunnu- og halgidag, er avgreiðslugjaldið kr. 350,00 um tíman fyri hvørt tolleftirlitsfólkið. Minsta gjaldið er fyri 2 tímar fyri hvørt tolleftirlitsfólkið.

Stk. 2. Skip, sum kemur til aðra havn enn tær í § 6, stk. 2 í kunngerð um tolleftirlit góðkendu havnir, skulu umframt avgreiðslugjald eftir stk. 1, fyri hvørt tolleftirlitsfólkið rinda tíma- og dagpening og koyripening eftir avtaluni millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið.
Stk. 3. Skip, sum ikki kemur at bryggju, skal rinda tær útreiðslur, sum avgreiðslan hevur við sær.

§ 2. Fyri aðrar avgreiðslur

  1. mánadag til fríggjadag millum kl. 16.00-08.00 og
  2. allan dagin leygardag, sunnu- og halgidag, skal fyri hvønn inn- ella útflytara ella annan avgjaldsskyldugan, rindast avgreiðslugjald uppá kr. 350,00 um tíman. Minsta gjaldið er fyri 2 tímar fyri hvønn inn- ella útflytara ella annan avgjaldsskyldugan.

§ 3. Tollvakt við skip ella flogfar skal skipið ella flogfarið rinda kostnaðin av. Gjaldið er kr. 350,00 um tíman. Minsta gjaldið er fyri 2 tímar fyri hvørt tolleftirlitsfólkið.

§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 93 frá 21. desember 2004 um tænastugjøld uttan fyri avgreiðslutíð.

 

Fíggjarmálaráðið, 3. mars 2010 

Jóannes Eidesgaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)