Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 145 frá 25. november 2009

um gjald til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn

Við heimild í § 2, stk. 3 í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 25. mai 2009, verður ásett:

§ 1. Skyldu at rinda í grunnin hava allir persónar, sum eru undir skattskyldu í Føroyum, og allir arbeiðsgevarar, sum gjalda út A-inntøku.
Stk. 2. Persónar, sum eru 67 ár ella eldri, skulu ikki rinda inn í grunnin, og heldur ikki skulu teir rinda tað árið, sum teir fylla 67 ár. Persónar, ið fylla 64 ár 1. juli 2009 ella seinni, sum ikki áður hava havt fastan bústað í Føroyum, rinda einki í grunnin.
Stk. 3. Persónar, sum eru avmarkað skattskyldugir til Føroya, rinda tó ikki til grunnin av løn undir FAS skipanini ella av løn umborð á skipum, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2. pkt. í skattalógini, verða javnmett við skip, ið eru skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum, um tey vóru føroysk, lúka treytirnar í § 1, stk. 1 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá.

§ 2. Arbeiðsgevari rindar eitt í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn ásett prosent av tí samlaðu útgoldnu A-inntøkuni.
Stk. 2. Tá A-inntøka verður rindað, skal arbeiðsgevarin avrokna sín part av gjaldinum til TAKS

  1. við at geva TAKS fulltrú til at taka gjaldið av peningastovnskonto hjá viðkomandi, ella
  2. við at rinda gjaldið eftir rokning frá TAKS.

Stk. 3. Gjaldið eftir rokning frá TAKS skal gjaldast innan 20 dagar eftir, at TAKS hevur sent rokningina.

§ 3. Persónar rinda eitt í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn ásett prosent av skattskyldugu inntøkuni. Gjaldið verður kravt inn saman við fyribilsskattinum, og verður endaliga gjørt upp árið eftir í skattauppgerðini.

§ 4. Gjøld sambært § 2, sum eru minni enn 50 kr. um árið, verða ikki kravd.

§ 5. Verður útrokningargrundarlagið sambært § 2 broytt aftaná, at gjaldið er kravt, verður munurin bert kravdur/útgoldin, um hann er størri enn 50 kr.
Stk. 2. Verður inntøkugrundarlagið sambært § 3 broytt aftaná, at gjaldið er kravt, verður munurin bert kravdur/útgoldin, um hann er størri enn 200 kr.

§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, men hevur virknað frá 1. juli 2009. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 147 frá 20. desember 2005 um gjald til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn.

 

Fíggjarmálaráðið, 25. november 2009

Jóannes Eidesgaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)