Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 164 frá 19. desember 2013

um hvussu eftirlønir og eftirlønarskattur verða rindað

Sum broytt við kunngerð nr. 16 frá 14. mars 2017.

Við heimild í § 12, stk. 10 í løgtingslóg nr. 49 frá 14. mai 2013 um eftirløn verður ásett:

Eftirlønargjald í sambandi við lønarflyting frá føroyskum arbeiðsgevara

§ 1. Tað áliggur arbeiðsgevara, ið flytur løn til persón, sum hevur skyldu at rinda til eftirløn sbrt. eftirlønarlógini, at flutt verður í samsvari við ásetingarnar í eftirlønarlógini.
Stk. 2. 1) Saman við hvørjari lønarflyting skal verða flutt eitt eftirlønargjald, sum í minsta lagi samsvarar við tann niðanfyri standandi prosentpartin av A-inntøkuni:

  1. Frá 1. jan. 2014: 1 prosent
  2. Frá 1. jan. 2015: 2 prosent
  3. Frá 1. jan. 2016: 2 prosent
  4. Frá 1. jan. 2017: 3 prosent
  5. Frá 1. jan. 2018: 4 prosent
  6. Frá 1. jan. 2019: 5 prosent
  7. Frá 1. jan. 2020: 6 prosent
  8. Frá 1. jan. 2021: 7 prosent
  9. Frá 1. jan. 2022: 8 prosent
  10. Frá 1. jan. 2023: 9 prosent
  11. Frá 1. jan. 2024: 10 prosent
  12. Frá 1. jan. 2025: 11 prosent
  13. Frá 1. jan. 2026: 12 prosent
  14. Frá 1. jan. 2027: 13 prosent
  15. Frá 1. jan. 2028: 14 prosent
  16. Frá 1. jan. 2029: 15 prosent

Stk. 3. Løn, ið verður flutt uttan nøktandi eftirlønargjald, verður afturvíst og fer sostatt ikki gjøgnum afturhaldsskipanina hjá TAKS. Hetta er tó ikki galdandi fyri §§ 2 og 3. Lønarflytingar, sum kunnu fara fram umvegis afturhaldsskipanina hjá TAKS uttan nøktandi eftirlønargjald

§ 2. Niðanfyri nevndu flytingar kunnu fara gjøgnum afturhaldsskipanina hjá TAKS uttan tað í § 1, stk. 2 ásetta minsta inngjald:

  1. Lønarflyting til persón, sum er føddur fyri 1. januar 1954.
  2. Lønarflyting til persón í starvi, har hann vinnur rætt til tænastumannaeftirløn.
  3. Lønarflyting til persón, ið hevur nátt fólkapensjónsaldur sbrt. lóg um almannapensjónir.
  4. Lønarflyting til persón, ið er yngri enn 21 ár.
  5. Flyting til persón, sum longu hevur rindað samanlagt 150.000 kr. í eftirlønargjaldi í árinum.
  6. 1) Lønarflyting, ið hevur við sær eftirlønargjald, sum er minni enn 30 kr., tað vil siga lønarflyting, har samlaða upphæddin, ið flutt verður, er minni enn tann niðanfyri ásetta minstaupphædd:

a) Frá 1. jan. 2014: 3.000 kr.
b) Frá 1. jan. 2015: 1.500 kr.
c) Frá 1. jan. 2016: 1.500 kr.
d) Frá 1. jan. 2017: 1.000 kr.
e) Frá 1. jan. 2018: 750 kr.
f) Frá 1. jan. 2019: 600 kr.
g) Frá 1. jan. 2020: 500 kr.
h) Frá 1. jan. 2021: 429 kr.
i) Frá 1. jan. 2022: 375 kr.
j) Frá 1. jan. 2023: 334 kr.
k) Frá 1. jan. 2024: 300 kr.
l) Frá 1. jan. 2025: 273 kr.
m) Frá 1. jan. 2026: 250 kr.
n) Frá 1. jan. 2027: 231 kr.
o) Frá 1. jan. 2028: 215 kr.
p) Frá 1. jan. 2029: 200 kr.

Lønarflytingar, sum skulu fara fram umvegis afturhaldsskipanina hjá TAKS uttan eftirlønargjald

§ 3. Niðanfyri nevndu flytingar skulu fara gjøgnum afturhaldsskipanina hjá TAKS uttan eftirlønargjald sbrt. eftirlønarlógini:

  1. Lønarflyting til persón, sum fær fólkapensjón sbrt. lóg um almannapensjónir.
  2. Lønarflyting til persón, sum ikki hevur fulla skattskyldu til Føroyar.
  3. Lønarflyting til persón í tíðaravmarkaðum starvi, har TAKS hevur játtað umsókn um frítøku sbrt. § 1, stk. 5 í eftirlønarlógini.
  4. Lønarflyting til persón, sum vegna sjúku er undantikin eftirlønargjaldi sbrt. § 9, stk. 5 í eftirlønarlógini.
  5. Allar peningaupphæddir, nevndar í § 3 í eftirlønarlógini.
  6. Lønarflyting til persón, sum fær útgoldið eftirløn sbrt. eftirlønarlógini.

Stk. 2. Verður eftirlønargjald sbrt. eftirlønarlógini flutt teimum í stk. 1. nevndu persónum, verður flytingin afturvíst av TAKS.

Eftirlønargjald av B-inntøku

§ 4. Persónur við B-inntøku skal rinda eftirlønargjald sbrt. eftirlønarlógini.
Stk. 2. Hevur persónur við B-inntøku einans skyldu til at rinda eftirlønargjald ein part av árinum, verður bundna eftirlønargjaldið, ið skal rindast av B-inntøkuni, lækkað við einum prosentparti, ið samsvarar við lutfallið millum samlaða dagatalið uttan eftirlønarskyldu og 365.
Stk. 3. Í sambandi við ársuppgerð verður staðfest, um nøktandi eftirlønarinngjald er goldið. Manglandi eftirlønarinngjald skal rindast í seinasta lagi 1. november árið eftir inntøkuárið. Verður eftirlønargjald ikki rindað rættstundis, kann TAKS fara fram eftir § 2, stk. 7 í eftirlønarlógini.
Stk. 4. Um eftirlønarsamansparari ikki kann vísa á eina eftirlønaravtalu, verður eftirlønarupphæddin sett á depotkontu hjá TAKS, og farið verður fram sbrt. § 16 A í eftirlønarlógini.

Lækking fyri útlendskan skatt

§ 5. Er skattur rindaður uttanlands av inntøku, sum eftirlønargjald er rindað av, verður eftirlønarskattaprosentið sbrt. § 12, stk. 2 í eftirlønarlógini lækkað við lutfallinum millum samlaða skattin, sum er rindaður uttanlands, og samlaðu uttanlandsinntøkuna. Lækkingin kann tó í mesta lagi samsvara við eftirlønarskattaprosentið sbrt. § 12, stk. 2 í eftirlønarlógini.

Gildiskoma

§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2014.

 

Notur

1) Broytt við kunngerð nr. 16 frá 14. mars 2017, har § 2 er soljóðandi: Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. (Útgivið: 17.03.2017)

 

Fíggjarmálaráðið, 19. desember 2013
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)