Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 165 frá 19. desember 2013

um undantak frá eftirlønarlógini fyri persónar, ið arbeiða uttanlands hjá útlendskum arbeiðsgevara og eru fevndir av útlendskari eftirlønarskipan

Broytt við kunngerð nr. 31 frá 28. mars 2017.

Við heimild í § 1, stk. 9 í løgtingslóg nr. 49 frá 14. mai 2013 um eftirløn verður ásett:

Treytir

§ 1. Persónur, ið er fevndur av eftirlønarskipan uttanlands sum partur av arbeiðssáttmála við arbeiðsgevara við heimstaði uttanlands, og har arbeiðið verður útint uttan fyri Føroyar, kann verða undantikin at rinda til eftirløn sbrt. eftirlønarlógini við atliti at inntøku, ið er forvunnin uttanlands, um so er, at henda eftirlønarskipan verður mett nøktandi.
Stk. 2. Treyt fyri undantøku er, at persónurin kann vátta, at hansara starvsviðurskifti eru soleiðis háttað, at hann ikki sjálvur kann velja at rinda til føroyskan eftirlønarveitara, og at hansara eftirlønarskipan er nøktandi.
Stk. 3. Arbeiðsgevari skal vátta, at tað er partur av starvssáttmálanum, at rindast skal til ávísa útlendska eftirlønarskipan, og at hann soleiðis ikki í staðin fyri kann rinda eftirlønina til ein føroyskan eftirlønarveitara.
Stk. 4. Arbeiðið skal verða útint uttan fyri Føroyar. Arbeiði umborð á skipi og øðrum útbúnaði, sum av og á kemur í føroyska havn, verður roknað sum útint uttan fyri Føroyar.
Stk. 5. Hevur persónur við undantaki sbrt. hesi kunngerð aðra inntøku, er henda inntøka fevnd av eftirlønarinngjaldi sbrt. eftirlønarlógini.
Stk. 6. 1) Sum nøktandi eftirlønarinngjald verður einans roknað inngjald til lívrentu, lutaeftirløn ella líknandi eftirløn við leypandi útgjaldingum.
Stk. 7. 1) Strikað

Persónlig umsókn

§ 2. 1) Umsókn um undantøku skal sendast TAKS í seinasta lagi 1. februar árið eftir, at eftirlønarinngjald er latið eftirlønarveitara.
Stk. 2. Saman við umsóknini skal sendast váttan frá arbeiðsgevara sambært § 1, stk. 3 umframt avrit av eftirlønarsáttmála.
Stk. 3. 1) Saman við sjálvuppgávuni skal latast teldutøkt avrit av ársyvirliti frá eftirlønarveitara, ið vísir eftirlønarinngjald fyri árið frammanundan, umframt møguligar salduupplýsingar fyri árið frammanundan, umframt saldoupplýsingar.

Felags umsókn

§ 3. Í staðin fyri persónliga umsókn sbrt. § 2, kann ein felags umsókn verða send TAKS, har arbeiðsgevari ella eftirlønarveitari søkir um at fáa ein ella fleiri persónar undantiknar.
Stk. 2. Felagsumsóknir skulu lúka treytirnar í § 2.

Gildiskoma

§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2014. (Útg.: 23.12.2013)

Notur

1) Broytt við kunngerð nr. 31 frá 28. mars 2017, har § 2 er soljóðandi: Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. (Útgivið: 31. mars 2017)

 

Fíggjarmálaráðið, 19. desember 2013
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)