Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 19 frá 25. februar 2003

um elektroniska tollavgreiðslu

Við heimild í § 10a í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 92 frá 5. desember 2002 verður ásett:

§ 1. Frá 1. mars 2003 verður loyvt Toll- og Skattstovu Føroya at gera avtalur við vinnuligar innflytarar um elektroniska tollavgreiðslu.

§ 2. Toll- og Skattstova Føroya kann bert gera avtalu við innflytarar, ið hava undantaksloyvið eftir § 13, stk. 2 í tolllógini.
Stk. 2. Í avtaluni skal verða ásett á hvønn hátt og undir hvørjum treytum elektronisk tollavgreiðsla kann fara fram.

§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi 1. mars 2003.
Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 57 frá 24. apríl 2002 um elektroniska tollavgreiðslu.

 

Fíggjarmálaráðið, 25. februar 2003

Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)