Kunngerð nr. 23 frá 19. februar 2003
um endurgjald av serligum oljugjaldi
Við heimild í § 2, stk. 4 í løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brennuolju verður fyrisett:
§ 1. Meirvirðisgjaldsskrásett virki, ið hoyra til
Undirbólk 01.12: | Garðyrki og plantu-skúlar (herundir vakstrarhús) |
Undirbólk 05.01.60: | Ísvirkir |
Undirbólk 05.02: | Fiskaaling. Brunnbátar fáa ikki endurgjald av oljugjaldi sambærtendurgjaldsskipanina. Flutningsfeløg, ið reka brunnbát burturav, eiga tí at koma undir skipanina. |
Høvuðsbólk 15-37: | Ídnaður |
Bólk 55.1: | Gistingarhús |
Undirbólk 55.21: | Vallaraheim |
Vinnugrein 60.24.10: | Farmaflutningsvirki (bert lastbilar > 3.500 kg) |
í Føroysk Vinnugreinaskipan 1993, 3. útgáva – september 1996 kunnu søkja Toll- og Skattstovu Føroya um at fáa góðkenning til at fáa avgjaldið til landskassan, sum er lagt á olju sambært § 1 í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju, endurrindað.
§ 2. Umsóknarblað fæst frá Toll- og Skattstovu Føroya.
§ 3. Í umsóknini skulu virkini útgreina, um tey bert hava lutvísan rætt til endurrindan av oljugjaldinum sambært hesi kunngerð.
§ 4. Virki, ið hava felags oljukeyp við annað virki ella privat húsarhald (t.d. til hitaskipan), kunnu draga lutfalsligan part av oljugjaldinum frá, eftir somu reglum og við sama býtislutfalli, sum verður nýtt við uppgerð av meirvirðisgjaldinum.
§ 5. Virki, ið hava blandað virksemi, og bert fyri ein part av virkseminum uppfylla treytirnar fyri endurrindan, hava bert rætt til lutvísan frádrátt fyri oljugjald, svarandi til henda partin av virkseminum.
§ 6. Virki, ið hava rætt til endurrindan av serliga oljugjaldinum, skulu draga avgjaldið frá við avrokning av meirvirðisgjaldinum til landskassan.
§ 7. Reglurnar í løgtingslóg um meirvirðisgjald og løgtingslóg um Toll- og Skattafyrisitning galda fyri útgjalding, kærur, revsing o.a.
§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi frá 1. januar 2003. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 96 frá 29. juni 1994 um endurgjald av serligum oljugjaldi.
Fíggjarmálaráðið, 19. februar 2003
Karsten Hansen, (sign.)
landsstýrismaður
/Petur Alberg Lamhauge, (sign.)