Kunngerð nr. 25 frá 18. februar 1994 frá Føroya Landsstýri
um starvsskipan fyri kærunevndina í meirvirðisgjaldsgrunninum (MVG-nevndin)
Við heimild í § 35, stk. 6 í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Nevndin hevur fund hvønn mánað, um hon ikki avger annað, og annars so ofta formaðurin heldur tørv vera á tí.
Stk. 2. Nevndarskrivarin fyrireikar málini til fundin og sendir saman við fundarboðunum út dagsskrá, sum í mest møguligan mun skal siga frá málum/spurningum, ið verða viðgjørd. Saman við dagsskránni skal sendast avrit av tilfarinum viðvíkjandi teimum málum, ið verða tikin upp til viðgerðar.
Stk. 3. Limir, sum ikki kunnu koma á fund, skulu boða skrivaranum frá hesum í góðari tíð, so varalimur kann verða boðsendur.
§ 2. Nevndin er viðtøkufør, tá í minsta lagi 2 limir eru til staðar.
Stk. 2. Avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta. Eru líka nógvar atkvøður fyri og ímóti, er atkvøða formansins avgerandi.
Stk. 3. Ráðgevar, ið nevndin hevur tilkallað, hava ikki atkvøðurætt.
§ 3. Landsstýrið skal góðkenna samsýning til nevndarlimir, skrivara og ráðgevar.
§ 4. Áðrenn nevndin tekur avgerð í kærumálum, kann hon leita sær skrivligt ummæli frá Toll- og Skattstovuni um kæruna, ið inn er komin.
Stk. 2. Tá virki krevur áseting, ið er mett av Toll- og Skattstovuni, lagda fyri MVG-nevndina, hevur Toll- og Skattstovan eftir áheitan loyvi at geva munnliga frásøgn/frágreiðing fyri nevndini.
§ 5. Nevndin kann ganga umsókn um endurupptøku av áður viðgjørdum máli á møti.
§ 6. Eingin nevndarlimur kann luttaka í málsviðgerð, ið beinleiðis viðvíkur vinnuvirki, sum hann hevur búskaparligan áhuga í ella á annan hátt er knýttur at.
§ 7. Nevndarlimirnir og tilkallað hjálparfólk hava tagnarskyldu viðvíkjandi trúnaðarupplýsingum, sum tey gjøgnum virksemi í nevndini fáa kunnleika um.
§ 8. Skrivarin hjá nevndini ger skrivliga fundarfrásøgn um viðgerðirnar í nevndini, og um tær avgerðir, ið tiknar verða. Avgerðir verða førdar í gerðabók hjá nevndini.
Stk. 2. Avgerðir nevndarinnar skulu fráboðast kæraranum og Toll- og Skattstovuni skrivliga.
§ 9. Toll- og Skattstovan almannakunnger avgerðir hjá Toll- og Skattaumsitingini, MVG-nevndini og dómstólunum, sum kunnu hava almennan áhuga, við árligari útgávu av avgerðarsavni.
Stk. 2. Navn og bústaður hjá virkjum, sum avgerðirnar viðvíkja, verða ikki almannakunngjørd. Trúnaðarupplýsingar kunnu heldur ikki almannakunngerast.
§ 10. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.