Sett úr gildi
Skriva út Kunngerð nr. 26 frá 26. mars 2007
um upphædd til uppihald í samband við arbeiði skipað gjøgnum Nordjobb
Við heimild í § 33, nr. 10 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum verður ásett:
§ 1. Upphæddin, sum verður hildin neyðug til uppihald, er fyri álmanakkaárið 2007 kr. 68.000. Hon verður minkað í mun til longdina á dvølinum í Føroyum og alt álmanakkaárið.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis sum henda kunngerð kemur í gildi, fer úr gildi kunngerð nr. 13 frá 9. mars 2006 um upphædd til uppihald í samband við arbeiði skipað gjøgnum Nordjob (Útgivið tann 30. mars 2007)
Fíggjarmálaráðið, 26. mars 2007
Bárður Nielsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)