Kunngerð nr. 37 frá 16. mai 2011 um skráseting av hýru- og skúlavognum uttan skráseting
§ 1. Loyvi til at skráseta hýruvogn ella skúlavogn uttan skrásetingargjald verður bert veitt, um akfarið verður nýtt til vinnuliga skúlakoyring ella vinnuliga hýruvognskoyring.
Stk. 2. Loyvi til at skráseta hýruvogn ella skúlavogn uttan skrásetingargjald verður bert givið tí, ið er skrásettur fyri viðkomandi akfar.
§ 2. Umsókn um loyvi til at skráseta akfarið uttan skrá setingargjald skal latast Akstovuni.
Stk. 2. Við umsóknini um loyvi til hýruvogn skulu fylgja avrit av:
1) koyrikorti, ið er áteknað til aksturvinnu,
2) hýruvognsloyvi, um umsøkjarin ynskir at skráseta akfar sum hýruvogn í kommunu, har kunngerð um standardhýruvognsreglugerð er galdandi og
3) dóps- ella navnaseðli.
Stk. 3. Við umsókn um loyvi til skúlavogn skal hjáleggjast avrit av:
1) koyrikorti, ið er áteknað við góðkenning sum koyri lærari og
2) dóps- ella navnaseðli.
§ 3. Tann, ið hevur loyvi at skráseta hýruvogn uttan skrásetingargjald, skal nágreiniliga føra koyribók, sum skal framvísast eftir áheitan frá TAKS.
Stk. 2. Koyribókin skal vera førd fyri alla koyring og skal í minsta lagi vísa dagfesting fyri, nær koyrt verður. Samstundis skal nágreinast soleiðis at:
1) kilometurteljarin við arbeiðsbyrjan verður lisin av og førdur í koyribókina,
2) kilometurteljarin við arbeiðslok verður lisin av og førdur í koyribókina og
3) koyrdir kilometrar og inntøka av koyringini verða førd í koyribókina.
§ 4. Tann, ið hevur loyvi at skráseta hýruvogn uttan skrásetingargjald, skal vátta koyrdar kilometrar og inntøkur av koyrdu kilometrunum. Inntøkan av koyringini skal kunna útgreinast fyri eitt ávíst tíð arskeið, ið TAKS ynskir lýst. Hýruvognurin skal latast til kilometuravlesing, tá TAKS biður um tað.
Stk. 2. Vegleiðandi fyri um talan er um hýruvogn sum vinnu kunnu hesi minstumørk ásetast fyri miðalinntøku pr. koyrdan kilometur.
1) í Tórshavnar kommunu er 4,50 kr. fyri hvønn koyrdan km. vegleiðandi.
2)Á øðrum plássum er 4,00 kr. fyri hvønn koyrdan km. vegleiðandi.
§ 5. Gevur tann, ið hevur loyvi til skúlavogn uttan skrásetingargjald, frálæru til í minsta lagi 25 næmingar um árið, má ætlast, at talan er um skúlavogns koyring sum vinnu. Akstovan kann krevja tann, ið hevur skúlavognsloyvi eftir upplýsingum um m.a. tal av næmingum og samanbera hesar við egna skráseting, fyri at staðfesta, um akfarið verður brúkt til tað endamál, ið treytar frítøkuna frá at rinda skrásetingargjald.
§ 6. Um talan ikki er um vinnuligt virksemi fellur skrásetingargjaldið til gjaldingar.
Stk. 2. Kravið um gjalding av skrásetingargjaldinum verður tryggjað við veðrætti í hýru- ella skúlavogninum. Umsøkjarin rindar tinglýsingargjaldið.
§ 7. Akfar, ið verður skrásett sum hýru- ella skúlavognur, skal vera tryggjað fyri fult virði. Umsøkjarin
rindar fyri veðhavaralýsing.
§ 8. Avgerðir hjá TAKS og Akstovuni kunnu kærast til Skatta- og Avgjaldskærunevndina innan 4 vikur eftir, at umsøkjarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi frá 1. mai 2011. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 21 frá 19. februar 2003 um skráseting av motorakførum.
Fíggjarmálaráðið, 16. mai 2011
Aksel V. Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Atli Suni Leo (sign.)
(útg.: 24.mai 2011)