Kunngerð nr. 39 frá 24. mars 2003
um samdøgurfrádrátt
Við heimild í § 33, nr. 12 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 30. desember 1997 verður ásett:
§ 1. Frádrátturin fyri part av meir-útreiðslum til kost, húsaleigu, ferðing, flutning ella sjúkra- og van-lukkutrygging, ið skattgjaldari hevur vegna inntøku-gevandi arbeiði á landi uttanlands ella umborð á út-lendskum skipi, verður veittur sum ein samdøgurs-frádráttur.
Stk. 2. Treytin fyri samdøgursfrádrátti er, at talan er um persón við fullari skattskyldu til Føroya, og at hesin hevur inntøkugevandi arbeiði á landi uttan-lands ella umborð á útlendskum skipi antin í 2 mánaðir uttan slit innan fyri eitt 12 mánaða tíðarskeið ella í 100 samdøgur innan fyri eitt 12 mánaða tíðarskeið.
Stk. 3. Skattgjaldarin hevur skyldu til at rokna ta í útlandinum ella umborð á útlendskum skipi vunnu lønina við í føroysku skattskyldugu inntøkuna, tá ið henda verður gjørd upp og skal við sjálvuppgávuni leggja við skjalprógv fyri dagatalið uttanlands ella umborð á útlendskum skipi, umframt árslønarseðil og viku- ella mánaðaravrokningar.
§ 2. Frádráttur verður roknaður frá tí farið verður úr Føroyum í samband við arbeiði uttanlands. Frádrátt-ur kann bert verða veittur fyri teir dagar, ið veruliga hava beinleiðis samband við ferðina og dvølið uttan-lands vegna arbeiði í útlandinum ella umborð á útlendskum skipi. Annar, fyri arbeiði annars óviðkomandi, dvølur uttanlands, verður ikki taldur við í frádráttartíðarskeiðnum.
§ 3. Fyri arbeiði umborð á útlendskum skipi og fyri arbeiði í útlondum er samdøgursfrádrátturin kr. 100,-
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2003. Samstundis fara úr gildi kunngerð nr. 132 frá 4. oktober 2001 um frádrátt fyri part av meirútreiðslum til kost, húsaleigu, ferða- og flutningsútreiðslur og sjúkra- og vanlukkutryggingar vegna inntøkugevan-di arbeiði í útlondum ella umborð á útlendskum ski-pi fyri 2002 og kunngerð nr. 72 frá 4. september 1998 um ásetan av frádrátti fyri partar av meirút-reiðslum til kost og húsaleigu og frádrátt fyri ferðaútreiðslur og sjúkra- og vanlukkutrygging fyri 1999.
Fíggjarmálaráðið, 24. mars 2003
Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)