Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 47 frá 28. mai 2008

um hvat ferðandi kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt til Føroya

Við heimild í § 6, litra a og § 36, stk. 2 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll verður ásett:

§ 1. Ferðandi, ið hava fylt 18 ár, kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt til egna nýtslu:

  1. Rúsdrekka yvir 22 rúmprocent alkohol:
    í mesta lagi 1 litur hægst 60 rúmprocent alkohol.
  2. Heitt vín o.a. ikki yvir 22 rúmprocent alkohol í mesta lagi 1 litur, ella borðvín í mesta lagi 2 litrar.
  3. Øl:
    í mesta lagi 2 litrar (6 fl.) hægst 5,8 rúmprocent alkohol.

§ 2. Ferðandi kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt:

  1. Luktilsi:
    í mesta lagi 50 gr.
  2. Rakivatn:
    í mesta lagi 25 cl.
  3. Sukurlátavørur:
    í mesta lagi 3 kg.
  4. Sodavatn:
    í mesta lagi 10 litrar.

Stk. 2. Ferðandi kunnu umframt nevndu vørur flyta inn toll- og avgjaldsfrítt aðrar vørur, sum tilsamans hava virði, ið ikki er hægri enn 2.500 kr, smb. tó § 3.

§ 3. Sigarettir, sigarillos, sigarir og aðrar tubbaksvørður kunnu ikki flytast inn toll- og avgjaldsfrítt.

§ 4. Vøra, ið hevur hægri virði enn 2.500 kr., kann ikki flytast inn toll- og avgjaldsfrítt, men skal tollast í síni heild av samanlagda virðinum.

§ 5. Vøra, ið hoyrir saman sum ein eind, kann ikki flytast partvíst av einum ella fleiri ferðandi toll- og avgjaldsfrítt, sjálvt um virðið á hvørjum parti sær er lægri enn 2.500 kr.

§ 6. Toll- og avgjaldsfríur innflutningur av omanfyrinevndu vørum verður bert játtaður einum ferðandi einaferð um samdøgrið.
Stk. 2. Treytin fyri toll- og avgjaldsfríum innflutningi er, at vørurnar eru til egna nýtslu og ikki til sølu ella annað vinnuligt endamál, og at hin ferðandi hevur vørurnar hjá sær í sínum persónliga viðføri, soleiðis at vørurnar verða vístar fram til tollviðgerð á staðnum.
Stk. 3. Vørur, ið havdar verða fyri onnur ella verða sendar sum ferðagóðs, lúka ikki treytirnar fyri toll og avgjaldsfríum innflutningi.
Stk. 4. Vørur, ið koma inn í landið sum ferðagóðs, og síðani verða sendar aftur til seljaran uttanlands til umbýting o. a., skulu gjalda toll- og avgjøld, tá ið vøran kemur aftur til Føroyar.

§ 7. Ferðandi, ið taka við sær vørur umframt tær omanfyri nevndu, ella aðrar vørur, ið hava hægri virði enn 2.500 kr., hava skyldu óbiðin at siga tollvaldinum frá.

§ 8. Tollvaldið hevur rætt at kanna persónar, viðføri og flutningsfør, sum koma og fara. Ferðandi skulu, tá ið tollvaldið krevur tað, uppgeva navn og bústað.
§ 9. Ferðandi skulu sjálv steðga upp til eftirlit, og tá ið tað verður kravt, pakka upp og aftur, tað sum kravt verður til eftirlit, og hava skyldu til at geva upp fyri tollvaldinum allar lutir og vørur, sum tey hava við sær úr útlondum, eins og tey hava skyldu til at siga frá øllum av týdningi fyri tollviðgerðina.

§ 10. Brot á §§ 1-9 í hesi kunngerð verður revsað við sekt.

§ 11.1)2) Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2008. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 82 frá 25. mai 2005 um, hvat ferðandi kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt til Føroya. (útg. 2. juni 2008)

 

Fíggjarmálaráðið, 9. juni 2008

Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)

Notir
1) Broytt við ll. nr. 59 frá 09.06.2008, har §§ 1 og 2 er soljóðandi: §1. Í kunngerð nr. 47 frá 28. mai 2008 um hvat ferðandi kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt til Føroya verður í § 11 “1. juli” broytt til: “1. oktober”. § 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. (útg. 13. juni 2008)
2) Broytt við ll. nr. 82 frá 30.09.2008, har §§ 1 og 2 er soljóðandi: §1. Í kunngerð nr. 47 frá 28. mai 2008 um hvat ferðandi kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt til Føroya verður í § 11 “1. juli” broytt til: “1. oktober”. § 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. (útg. 13. juni 2008)