Kunngerð nr. 48 frá 15. apríl 1998 frá Fíggjarmálastýrinum
um starvsskipan fyri kommunalar skattakærunevndir
Við heimild í § 15 í løgtingslóg nr. 169 frá 30. desember 1997 um Toll og Skattafyrisiting verður fyrisett:
§ 1. Tær kommunalu skattakærunevndirnar viðgera kærur um álíkningina frá borgarunum, í tí øki tær umfata, í samsvar við tær lógir og reglugerðir, sum til eina og hvørja tíð eru galdandi fyri virksemi teirra.
Fundir vm.
§ 2. Skattakærunevndin heldur sín fyrsta fund, so skjótt sum til ber aftan á, at hon er vald, og skipar seg eftir reglunum í § 2 í kunngerð nr. 15 frá 11. februar 1998 um val av limum í kommunalu skattakærunevndirnar.
§ 3. Limirnir hava skyldu at koma á allar fundir, tá ið tað ikki av fullgyldugum grundum er teimum ógjørligt. Um ein nevndarlimur ikki kann møta á fundi, skal hann boða formanninum frá hesum. Formaðurin avger, um tiltakslimur skal hava fundarboð. Um tann, ið ikki kann møta, krevur tað, skal tiltakslimur hava fundarboð. Tiltakslimur skal tó hava fundarboð, um ein fastur limur verður fráverandi meira enn 1 mánað.
Stk. 2. Tiltakslimur fyri formannin ella næstformannin luttekur sum vanligur limur á fundinum.
Stk. 3. Limirnir hava sambært § 151 í skattalógini tagnarskyldu viðvíkjandi øllum, sum fyriferst innannevndar. Hesa somu skyldu hava eisini øll hjálparfólk nevndarinnar.
§ 4. Formaðurin ásetur, nær og hvar fundir verða hildnir, og gevur fundarboð, sum helst skulu vera við minst 7 daga varing. Um minst 1/3 av limunum krevur tað, skal formaðurin tó boða til fundar innan 14 dagar.
Stk. 2. Fundirnir eru ikki almennir, og bandupptøka av fundum má heldur ikki gerast.
Stk. 3. Formaðurin leggur fundarskránna til rættis, sum skal sendast út saman við fundarboðunum. Á skránni skal eisini standa, um nakar av kærarunum ynskir at koma á fund við kærunevndina.
Stk. 4. Saman við fundarboðunum verður sent neyðugt tilfar um málini, sum kært er um. Kærunevndin ger sjálv reglur um, í hvønn mun hon heldur tað verða neyðugt at senda tilfar til limirnar um málini, hvat tilfar skal sendast, hvat bert skal verða til skjals á skrivstovuni og nær hetta skal verða til skjals fyri limirnar.
Fyrisiting vm.
§ 5. Skattakærunevndirnar kunnu krevja, at kommunurnar í kæruøkinum veita teimum neyðug skrivstovuhølir v.m. og ta skikkaðu fyrisitingarligu hjálp, sum skattakærunevndirnar halda vera neyðuga, herundir fastan skrivara.
Stk. 2. Útreiðslur til hølir v.m. og skikkaða skrivstovuhjálp skal landsstýrið í fyrsta umfari gjalda, men vera hesar kravdar aftur frá kommununum í mun til fólkatalið í kæruøkinum.
Stk. 3. Um kommunur í einum øki lata vera við at veita skattakærunevndunum neyðuga hølis og skrivstovuhjálp, kann landsstýrið gera hetta, og áleggja kommununum at gjalda fyri tað.
Gerðabókin vm.
§ 6. Skattakærunevndin hevur skyldu til at føra allar nevndaravgerðir í gerðabók, sum verður førd á hvørjum fundi. Gerðabókin skal eisini innihalda so neyvar upplýsingar um málini, at ongin ivi kann vera um avgerðirnar í hvørjum máli sær, og skulu avgerðirnar eisini vera lættar at finna fram aftur.
Stk. 2. Um ein limur, sum verður mettur ógegnigur sambært løgtingslóg nr. 132 frá 10. juni 1993 um fyristingarlóg, ikki sleppur at luttaka í viðgerðini og endaligu avgerðini av einum máli, skal hetta skrivast í gerðabókina. Tann, ið er mettur at vera ógegnigur, kann, um hann mótmælir avgerðini hjá nevndini, krevja at fáa sítt mótmæli móti avgerðini hjá nevndini um sítt ógegnið, skrivað í gerðabókina.
Stk. 3. Formaðurin ella í hansara stað næstformaðurin stýrir fundunum og ansar eftir, at samtyktir verða rætt skrivaðar í gerðabókina.
Stk. 4. Er ikki full semja um avgerðir nevndarinnar í einum máli, skulu tey, ið eru komin til aðra niðurstøðu í málinum, hava loyvi til at fáa sína støðu førda í gerðabókina, tá biðið verður um tað.
Stk. 5. Tann nevndarlimur, sum hevur fingið sínar atfinningar eftir stk. 2 og 4 í gerðabókina, kann krevja, at avrit av gerðabókini verur sent til Toll og Skattaráðið.
Stk. 6. Tá fundur er lokin, skal gerðabókin undirskrivast av øllum nevndarlimum, sum hava luttikið á fundinum. Ongin kann við at vísa til sína serstøðu í einum máli, sýta fyri at undirskriva fundarbókina.
Stk. 7. Formaðurin, ella í hansara stað næstformaðurin, skipar fyri, at nevndarsamtyktirnar verða avgreiddar, og undirskrivar nevndarinnar vegna tey skjøl, sum nevndin letur frá sær. Saman við honum undirskrivar fasti skrivari kærunevndarinnar, smb. § 5,
Stk. 8. Formaðurin ansar eftir, at fundirnir fara fram í góðum skili.
Atkvøðugreiðsla vm.
§ 7. Nevndin er bert viðtøkufør, tá minst helvtin av limunum ella tiltakslimir teirra eru á fundi. Stendur atkvøðugreiðslan á jøvnum, eigur formaðurin avgerðarrættin. Formaðurin ella í hansara stað næstformaðurin skulu luttaka í øllum avgerðum.
Stk. 2. Uppskot verður roknað sum samtykt uttan atkvøðugreiðslu, tá ið formaðurin heldur tað ikki vera neyðugt, og ongin limur krevur atkvøðugreiðslu.
Stk. 3. Ein fundarsamtykt kann ikki verða broytt á sama fundi, uttan so, at allir limir, ið vóru á fundi, tá ið samtyktin varð gjørd, eru samdir um tað.
Skráseting av kærum vm.
§ 8. Kærur um álíkningina hjá økisskrivstovunum eftir § 5 og § 8 í løgtingslóg nr. 169 frá 30. desember 1997 um Toll og Skattafyrisiting skulu sendast skattakærunevndunum í økinum sambært § 16 í framman fyri nevndu lóg.
Stk. 2. Kæran til skattakærunevndina skal vera skrivlig og skal styðja seg til grundir og hjáløgd próvskjøl, samanber § 9, stk. 1, og hon skal vera latin skattakærunevndini, áðrenn 4 vikur eru lidnar frá tí, at skattakravið er fingið frá økisskrivstovuni.
Stk. 3. Tá kæran er skrásett av fasta skrivaranum hjá skattakærunevndini, verður hon send Toll og Skattstovuni í økinum, sum verður kravd eftir áIiti í málinum, og øllum upplýsingum annars í málinum, og hevur økisskrivstovan skyldu til at veita skattakærunevndini allar upplýsingar um málið, og skal hon leggja við álitinum alt tilfar, sum hon hevur tikið sína avgerð út frá.
Stk. 4. Økisskrivstovan kann eisini verða biðin um at geva munnliga frágreiðing í málinum. Eisini hava umboð fyri stýrið sambært § 3, stk. 2 í lógini um Toll og Skattafyrisiting rætt til at luttaka á øllum fundum í skattakærunevndunum, men tó uttan atkvøðurætt.
Stk. 5. Biður stýrið um loyvi til at verða við á fundi í skattakærunevndini, tá ein kæra verður viðgjørd, skal tað hava fundarboð 14 dagar fyri fundardagin.
Málslýsing og uppskot um úrskurð vm.
§ 9. Formaðurin áleggur skrivaranum at gera eina frágreiðng sum lýsir kæruna nærri, áðrenn nevndin skal taka støðu til hana. Skrivarin kann seta seg í samband við kæraran, um hann heldur tað vera neyðugt fyri at fáa neyvari upplýsingar um kæruna.
Stk. 2. Frágreiðingin skal sum minsta mark altíð hava hesar upplýsingar:
- Fulla navn kærarans og tey inntøkuár, kært verður um.
- Taluppstillingar, sum vísa munin millum sjálv- uppgivnu inntøkuna og ta inntøku, sum økisskrivstovan er komin til.
- Eina frágreiðing um innihaldið í kæruni við serligum denti á tey nágreiniligu kærupunktini.
Stk. 3. Í málum, har tað ikki beinleiðis er grundarlag fyri at geva kæraranum fult viðhald, skal tann í stk. 2 nevnda frágreiðing í minsta lagi eisini geva eina:
- Nøktandi frágreiðing um, hvat málið í roynd og veru snýr seg um.
- Ávísing til týðandi lógarreglur, sum viðkoma málinum.
- Ávísing til týðandi teori og siðvenju á økinum.
Stk. 4. Skrivarin fyrireikar eitt uppskot við grundgevingum til skattakærunevndina um, hvat hann metir úrskurðin hjá nevndini eiga at vera út frá tí tilfari, hann hevur fingið til vega í málinum. Tá skattakærunevndin hevur góðkent uppskotið til svar og grundgevingarnar, verður málslýsingin og uppskot til svar í málinum sent kæraranum, sum verður biðin um viðmerkingar innan eina freist, sum kærunevndin ásetur, um skattakærunevndin ikki til fulnar gevur kæraranum viðhald.
Stk. 5. Skattakærunevndin skal í frammanfyri nevndu málslýsing eisini vísa kæraranum á, at hann kann biðja um fund við kærunevndina, so hann kann leggja sína áskoðan um kæruna fram munnliga.
§ 10. Skattakærunevndin kann sambært løgtingslóg nr. 169 frá 30. desember 1997 um Toll og Skattafyrisiting, taka alla skattasetingina sum hon er, upp til viðgerðar, sama hvat kæruevnið er.
Stk. 2. Um skattakærunevndin tekur aðrar partar av skattsetingini við í málsviðgerðina, enn tað kært verður um, ella um upplýsingar koma fram, sum kærarin ikki kennir til frammanundan, skal ein frágreiðing um hetta vera við í tí í § 9 í hesi starvsskipan umrøddu málslýsing til kæraran. Er ein málslýsing frammanundan send kærara, verður eitt ískoyti sent honum, sum 1ýsir málið við teimum nýggju upplýsingunum, og um neyðugt eisini við einum nýggjum uppskoti um úrskurð í málinum.
Stk. 3. Um Toll og Skattstovan upplýsir fyri kærunevndini, at hon er í gongd við eina nærri grannskoðan (samskipað eftirlit) í samband við kæruna, skal skattakærunevndin fyribils steðga sínari málsviðgerð, og beinanvegin geva kæraranum boð um hetta.
Stk. 4. Steðgurin í málsviðgerðini skal tó halda seg innan fyri freistina upp á 3 mánaðir sambært § 17, stk. 4 í lógini um Toll og Skattafyrisiting. Kærarin kann annars lata landsskattakærunevndini málið.
Støðutakan nevndarinnar vm.
§ 11. Skattakærunevndin tekur endaliga støðu til kæruna á fundi, soleiðis sum umrøtt er í § 7. Í teimum førum, tá Toll og Skattstovan beinleiðis hevur ætlað um inntøkuna hjá kærara, so kann ein slík meting hjá Toll og Skattstovuni ikki broytast av skattakærunevndini, uttan so, at hann ið kærir, kemur við tílíkum upplýsingum og prógvum afturat, at skattakærunevndin av tí gerst betur før fyri at ætla um málið, smb. § 15, stk. 3 í lógini um Toll og Skattafyrisiting.
Stk. 2. Um kærarin biður um fund við skattakærunevndina fyri at leggja síni sjónarmið fram, ella um skattakærunevndin biður hann koma á fund við seg fyri at greiða nærri frá kæruni, skal hann hava fundarboð minst 14 dagar fyri fundin, men kærarin skal samstundis fáa at vita, at hann í staðin fyri at geva eina munnliga frágreiðing, kann koma við einari skrivligari frágreiðing.
Stk. 3. Kærarin má ikki vera við, tá skattakærunevndin hevur kæruna til umrøðu og ger endaliga úrskurð sín í málinum, smb. eisini § 8, stk. 4 og 5.
§ 12. Avgerðin hjá skattakærunevndini skal vera dagfest og undirskrivað av formanninum og skattakærunevndarskrivaranum. Kærarin skal, um hann ikki fær fult viðhald, hava grundgeving fyri avgerðini hjá skattakærunevndini. Eisini skal skattakærunevndin vísa á, um hon hevur tikið aðrar partar av skattsetingini við í sína avgerð, enn tað sum kært verður um.
Stk. 2. Avgerðin verður send kæraranum, og um hann ikki hevur fingið fult viðhald, skal hann saman við avgerðini hava eitt avrit av málsviðgerðini, og samstundis fáa vegleiðing um, at hann kann kæra avgerðina til landsskattakærunevndina innan 4 vikur.
Kæran afturtikin vm.
§ 13. Kærarin kann altíð bæði skrivliga og munnliga taka eina kæru aftur. Verður kæran tikin aftur á fundi við skattakærunevndina, verður hetta ført í gerðabókina. Tað skal tó altíð skrivliga verða boðað honum frá, at skattakærunevndin hevur steðgað viðgerðini av kæruni, tí hon er tikin aftur.
Stk. 2. Um kærarin letur kæruna til landsskattanevndina sambært § 17, stk. 4 í lógini um Toll og Skattafyrisiting, verður kæran til skattakærunevndina mett sum burturdottin, og skal hann hava skrivlig boð um hetta.
Uppafturtøka
§ 14. Skattakærunevndin kann eftir áheitan frá kærara taka eina kæru uppaftur, um kærarin kann geva nevndini slíkar upplýsingar, sum hon ikki hevði, tá hon viðgjørdi kæruna. Metir nevndin, at nýggju upplýsingarnar vildu ført til, at hon hevði tikið aðra avgerð í málinum, eigur hon at taka málið uppaftur, og viðgera kæruna eftir reglunum umrøddar í hesi starvsskipan.
Stk. 2. Kemur nevndin fram til, at serlig viðurskifti gera seg galdandi, kann hon játta at taka eitt mál uppaftur, sjálvt um treytirnar í stk. 1 ikki eru loknar.
Fulltrú vm.
§ 15. Kærarin kann altíð geva skattakærunevndini boð um, at ein ávísur persónur hevur fingið fulltrú til í hansara stað at taka sær av øllum samskifti við skattakærunevndina. Skattakærunevndin hevur síðani alt samskifti við tann, sum hevur fingið fulltrú, til hon fær boð um, at hetta er tikið aftur.
Stk. 2. Uttan mun til regluna í stk. 1, so skulu bæði kærarin og fulltrúi hansara altíð hava tilsent:
- Málslýsingina umrødd í §§ 9 og 10.
- Fundarboð umrødd í § 11, stk. 2.
- Endaligu avgerðina frá skattakærunevndini.
- Boð um, at málið er tikið aftur, sum umrøtt í § 13
Kæra til landsskattakærunevndina vm.
§ 16. Tá ein úrskurður hjá skattakærunevndini verður kærdur til landsskattakærunevndina, skal skattakærunevndin eftir áheitan frá stýrinum, sambært § 25, stk. 2 í lógini um Toll og Skattafyrisiting innan 14 dagar senda stýrinum allar upplýsingar og álitið í málinum, sum hava ligið til grund fyri úrskurðinum hjá skattakærunevndini.
Stk. 2. Hevur skattakærunevndin ella skrivari tess fingið nýggjar upplýsingar, sum kunnu hava týdning í einum máli, sum er kært til landsskattakærunevndina, skulu slíkar upplýsingar latast landsskattakærunevndini beinanvegin.
Stk. 3. Toll og Skattaráð Føroya kann eisini kæra úrskurð skattakærunevndarinnar til landsskattakærunevndina, men kann hetta tó bert gerast eftir tilmæli frá stýrinum, men hevur Toll og skattaráðið fingið nýggjar upplýsingar, sum kunnu hava týdning fyri málið, kann tað taka málið upp aftur, smb. § 3, stk. 4 og 5 í lógini um Toll og Skattafyrisiting. Kærarin skal hava boð um nýggju upplýsingarnar, líkningarvaldið hevur fingið hendur á. Hann skal hava grundgeving fyri, at nýggju upplýsingarnar gera, at líkningarvaldið broytir avgerðina hjá omanfyri nevnda kærustovni, og borgarin skal hava møguleika at kæra avgerðina við teimum vanligu freistunum í lógini.