Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 49 frá 17. apríl 1998 frá Fíggjarmálastýrinum

um meirvirðisgjald av ávísum tænastum, ið verða seldar til útlond ella keyptar í útlondum

Sambært §12, stk. 2 og 3, § 28 og § 33, stk. 2 í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald við seinni broytingum verður fyrisett:

Kapittul 1
Søla

§ 1. Søla av niðanfyri nevndu tænastum til skrásettar keyparar, ið reka virksemi ella hava bústað uttanlands, kunnu haldast uttan fyri avgjaldsskylduga sølu:

  1. Full ella lutfalslig avhending av upphavsrætti, patentrættindum, lisensrættindum, rætti til vørumerki, felagsmerki og mynstur og av øðrum tílíkum rættindum.
  2. Tænastur viðvíkjandi reklamu.
  3. Tænastur frá ráðgevandi virki, verkfrøðingum, byggifrøðingum, advokatum og grannskoðarum og aðrar tílíkar tænastur; dátuviðgerð og fráboðan av upplýsingum.
  4. Tænastur frá vikarstovum.
  5. Skylda til fult ella lutfalsliga at lata vera við at fremja vinnuligt virksemi ella gera nýtslu av einum av teimum í hesi grein nevndu rættindum.
  6. Tænastur, ið verða gjørdar av millummonnum, sum handla í navni hjá øðrum og fyri rokning hjá øðrum, um so er, at virki teirra viðvíkur lating av tílíkum tænastum, sum eru umrøddar í hesi grein.
  7. Útleiga av leysafæ, undantikið flutningsfør av einum og hvørjum slag.

§ 2. Avgjaldsfrítøkan sambært § 1 er ikki galdandi, um sølan umfatar lating av niðanfyri nevndu tænastum her á landi:

  1. Tænastur viðvíkjandi fastari ogn her á landi, herímillum tænastur frá ognmeklara, ognarhandlara v.fl. og byggifrøðiligar og ráðgevandi tænastur.
  2. Tiltøk v.m. innan ítrótt, undirhald, undirvísing og gransking v.m., um so er, at tiltøkini eru avgjaldsskyldug.
  3. Arbeiði framt á leysafæ her á landi.
  4. Serkøn virðismeting av leysafæi her á landi, um so er, at virðismetingin er avgjaldsskyldug.

§ 3. Søla av tænastum av tí slagnum, ið eru nevndar í § 1 til keyparar, ið reka virksemi ella hava bústað uttanlands, kunnu haldast uttanfyri avgjaldsskyldugu søluna:

  1. um tænasturnar burturav verða nýttar uttan fyri Føroyar, ella
  2. um keyparin kann fáa afturrindan av meirvirðisgjaldinum eftir ásetingunum í kunngerð um afturrindan av meirvirðisgjaldi til útlendsk virki.

Kapittul 2
Keyp

§ 4. Skrásett virki, sum í útlondum keypa tær í §§ 1 og 2 nevndu tænastur, og sum í síni heild kunnu rokna avgjald av hesum við í inngangandi avgjaldið, skulu ikki rinda avgjald av keypinum.

§ 5. Fyri onnur, ið keypa tær í §§ 1 og 2 nevndu tænastur í útlondum, eru ásetingarnar í stk. 2 og 3 galdandi.
Stk. 2. Tann, sum í útlondum keypir tær í § 1 nevndu tænastur, skal einans rinda avgjald, um so er, at tænastan verður nýtt í Føroyum. Avgjaldið verður rindað sambært reglunum í §§ 6 og 7.

§ 6. Tann, sum skal rinda avgjald sambært § 5, skal:

  1. geva Toll- og Skattstovu Føroya fráboðan, áðrenn 8 dagar eru farnir, eftir at avtala er gjørd um lating av viðkomandi tænastum,
  2. føra roknskap yvir tær tænastur, ið eru keyptar í útlondum, og sum avgjald skal rindast fyri, og
  3. í seinasta lagi 1 mánað og 10 dagar eftir endan á hvørjum avgjaldstíðarskeiði geva upp fyri Toll- og Skattstovu Føroya støddina á tí avgjaldsupphædd, ið skal rindast fyri viðkomandi avgjaldstíðarskeið.

Stk. 2. Avgjaldið fyri eitt avgjaldstíðarskeið fellur til gjaldingar tann 1. í mánaðinum aftaná endan á avgjaldstíðarskeiðnum, og skal vera goldið í seinasta lagi 1 mánað og 10 dagar aftaná endan á avgjaldstíðarskeiðnum.

§ 7. Avgjaldið verður roknað við í uppgerð av avgjaldinum fyri tann ársfjórðing, tá vørurokning fyri tænasturnar verður móttikin. Verður goldið fult lutfalsliga, áðrenn vørurokning er móttikin, ella tænasturnar eru latnar, skal avgjaldið roknast upp í við uppgerð av tí ársfjórðingi, sum goldið verður í.

§ 8. Roknskapurin eftir § 6, stk. 1, nr. 2 skal verða førdur soleiðis, at hann kann verða grundarlag fyri uppgerð av tí avgjaldi, ið skal rindast fyri hvønn ársfjórðing og fyri eftirlit við, at avgjaldið verður rætt goldið.
Stk. 2. Roknskapartilfarið, herímillum móttiknar vørurokningar, skal goymast í 5 ár eftir roknskaparárslok.

Kapittul 3
Aðrar reglur

§ 9. Hóast ásetingarnar í §§ 4-8 skal eitt útlendskt virki, sum í Føroyum selur tær tænastur, sum eru nevndar í § 2, meirvirðisgjaldsskrásetast, og innkrevja meirvirðisgjald, um tað hevur eina árliga sølu, ið er meira enn kr. 20.000.

§ 10. Við bót verður tann revsaður, ið við vilja ella av grovum ósketni brýtur reglurnar í §§ 6 og 8.

§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fara úr gildi kunngerð nr. 168 frá 3. desember 1992 og kunngerð nr. 131 frá 8. juni 1993.