Kunngerð nr. 52 frá 17. apríl 2002 frá Fíggjarmálastýrinum
um skráseting av motorakførum
Við heimild í § 4, stk. 3 í løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrásetingargjald á motor-ak-førurn sum broytt við m.a. løgtingslóg nr. 31 frá 23. apríl 1999 verður ásett:
§ 1. Loyvi til at skráseta hýruvogn ella skúlavogn uttan skrásetingargjald verður bert veitt um akfarið verður nýtt til vinnuliga skúlakoyring ella vinnuliga hýruvognskoyring.
Stk. 2. Loyvi til at skráseta hýruvogn ella skúlavogn uttan skrásetingargjald verður bert givið tí, ið er skrásettur fyri viðkomandi akfar.
§ 2. Umsókn um loyvi til at skráseta akfarið uttan skrásetingargjald skal latast Toll- og Skattstovu Føroya.
Stk. 2. Við umsóknini um loyvi til hýruvogn skulu fylgja avrit av hesum:
- Koyrikort, ið er áteknað til aksturvinnu.
- Loyvisbræv til aksturvinnu.
- Hýruvognsloyvi hjá umsøkjaranum, sum ynskir at skráseta akfar sum hýruvognur í kommunum, har kunngerð um eina standard hýruvognsreglugerð er galdandi.
- Dóps- ella navnaseðil.
Stk. 3. Við umsókn um loyvi til skúlavogn skulu fylgja avrit av hesum:
- Koyrikort.
- Góðkenning av koyriskúla frá Bileftirlitinum.
- Dóps- ella navnaseðil.
§ 3. Tann, ið hevur loyvi at skráseta hýruvogn uttan skrásetingargjald, skal nágreiniliga føra koyribók, og hon skal til eina og hvørja tíð kunna framvísast eftir áheitan frá Toll- og Skattstovu Føroya.
Stk. 2. Koyribókin skal vera regluliga førd fyri alla koyring og skal í minsta lagi vísa á dagfesting fyri, nær koyrt verður. Samstundis skal nágreinast soleiðis at:
- Kilometurteljarin við arbeiðsbyrjan verður lisin av og førdur í koyribókina.
- Kilometurteljarin við arbeiðslok verður lisin av og førdur í koyribókina.
- Koyrdir kilometrar og inntøka av koyringini verða førd í koyribókina.
§ 4. Tann, ið hevur loyvi at skráseta hýruvogn uttan skrásetingargjald, skal vátta koyrdar kilometrar og inntøkur av koyrdu kilometrunum. Inntøkan av koyringini skal kunna útgreinast fyri eitt ávíst tíðarskeið, ið Toll- og Skattstova Føroya ynskir lýst. Hýruvognurin skal latast til kilometuravlesing, tá Toll- og Skattstovan setur fram ynski um tað.
Stk. 2. Vegleiðandi fyri um talan er um hýruvogn sum vinnu kunnu hesi minstumørk ásetast fyri miðalinntøku pr. koyrdan kilometur.
- Í Tórshavnar kommunu er minstamarkið 4,50 kr. fyri hvønn koyrdan km.
- Á øðrum plássum er minstamarkið 4,00 kr. fyri hvønn koyrdan km.
§ 5. Gevur tann, ið hevur loyvi til skúlavogn uttan skrásetingargjald frálæru til í minsta lagi 25 næmingar um árið, má ætlast at talan er um skúlavognskoyring sum vinnu. Toll- og Skattstova Føroya kann krevja tann, ið hevur skúlavognsloyvi, eftir upplýsingum, váttaðar av Bileftirlitinum, um m.a. tal á næmingum, fyri at staðfesta, um akfarið verður brúkt til tað endamál, ið treytaði frítøkuna frá at rinda skrásetingargjald. Inntøkan av hesi koyring skal kunna úgreinast fyri eitt ávíst tíðarskeið, ið Toll- og Skattstova Føroya ynskir lýst.
§ 6. Um talan ikki er um vinnuligt virksemi fellur skrásetingargjaldið til gjaldingar.
Stk. 2. Kravið um gjalding av skrásetingargjaldinum verður tryggjað við veðrætti í hýru- ella skúlavogninum.
§ 7. Akfar, ið verður skrásett sum hýru- ella skúlavognur skal vera tryggjað fyri fult virði.
§ 8. Avgerðir hjá Toll- og Skattstovu Føroya kunnu kærast til Tollkærunevndina innan 4 vikur eftir, at umsøkjarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 67 frá 14. juli 1999 um skráseting av motorakførurn sum hýru- ella skúlavognur.
Fíggjarmálastýrið, 17. apríl 2002
Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)