Kunngerð nr. 59 frá 30. april 2002
um gjald til sjálvbodnu barsilspeningatryggingina
Við heimild í § 20, stk. 2 í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan verður ásett:
§ 1. Gjaldið til sjálvbodnu barsilspeningatryggingina sambært kunngerð nr. 90 frá 31. mai 2001 um barsilspening til sjálvstøðugt vinnurekandi, er kr. 500 árliga fyri hvønn tryggjaðan.
§ 2. Gjaldið verður rindað Toll- og Skattstovu Føroya fyrstu ferð, samstundis sum tryggingin verður teknað hjá Barsilsskipanini, og verður síðani rindað Toll- og Skattstovu Føroya einaferð árliga eftir uppkravi.
§ 3. Er tryggingartakari í eftirstøðu, og Toll- og Skattstova Føroya hevur sent honum áminning við boðum um, at tryggingin fer úr gildi, um eftirstøðan ikki er goldin innan 14 dagar eftir, at áminningin er send, og eftirstøðan framvegis ikki er goldin, fer tryggingin úr gildi.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. juni 2001.
Vinnumálastýrið, 30. apríl 2002
Bjarni Djurholm, (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen, (sign.)