Kunngerð nr. 6 frá 15. februar 1996
umásetan av afturberingarprosentinum til reiðaravirkir, sum hava skip, ið eru skrásett í Føroya Altjóða Skipaskránni FAS
Við heimild í § 63 a, stk. 3 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Reiðaravirkir, sum lúka treytirnar í § 63 a í samtíðarskattalógini, og sum rinda persónum skattskyldugum í Føroyum løn, samsýning v.m. fyri tænastu umborð á skipum, ið eru skrásett í FAS, fáa afturborið ein part av útgoldnu lønunum, samsýningunum v.m.
Stk. 2. Reglurnar um afturbering eru eisini galdandi fyri tænastur umborð á skipi, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2. pkt. í samtíðarskattalógini verða javnmett við skip, ið eru skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum, um tey vóru føroysk, lúka treytirnar í § 1, stk. 1 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá. Reglurnar um afturbering er tó ikki galdandi fyri tænastu útint á skipi, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 3. pkt. ikki verða mett, sum skip við heimstaði í Føroyum.
Stk. 3. Landsstýrið hevur ásett afturberingarprosentið til at verða 28% árliga.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá 1. januar 1995.