Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 65 frá 31. mai 2002 frá Fíggjarmálastýrinum

um tænastugjøld uttan fyri arbeiðstíð

Við heimild í § 23 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 35 frá 26. mars 2002 verður ásett:

§ 1. Fyri avgreiðslur av skipum millum kl. 16:30–08:00 mánadag til fríggjadag, leygardag, sunnu- og halgidagar er avgreiðslu-gjaldið 250,00 kr. um tíman fyri hvørt tolleftirlitsfólkið. Minsta gjaldið er fyri 2 tímar fyri hvørt tolleftirlitsfólkið.
Stk. 2. Skip, sum kemur til aðra havn enn tær í § 6, stk. 2 í kunngerð nr. 21. frá 7. mars 1996 um tolleftirlit nevndu havnir, skulu umframt avgreiðslugjald eftir stk. 1, rinda fyri hvørt tolleftirlitsfólkið tíma og dagpening og koyripening sambært avtaluna millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálastýrið.
Stk. 3. Skip, sum ikki kemur at bryggju, skal rinda tær útreiðslur, sum avgreiðslan hevur við sær.

§ 2. Fyri avgreiðslur av flogførum millum kl. 18:00–08:00 mánadag til leygardag og sunnu- og halgidagar, er avgreiðslugjaldið 250,00 kr. um tíman fyri hvørt tolleftirlitsfólkið. Minsta gjaldið er fyri 2 tímar fyri hvørt tolleftirlitsfólkið.

§ 3. Fyri aðrar avgreiðslur millum kl. 16:30–08:00 mánadag til fríggjadag, leygardag, sunnu- og halgidagar, skal fyri hvønn inn- ella útflytara ella annan avgjaldsskyldugan rindast avgreiðslugjald upp á 250,00 kr. um tíman. Minsta gjaldið er fyri 2 tímar fyri hvønn inn- ella útflytara ella annan avgjaldsskyldugan.

§ 4. Tollvakt fyri skip ella flogfar skal skipið ella flogfarið rinda kostnaðin av. Gjaldið er 250,00 kr. um tíman. Minsta gjaldið er fyri 2 tímar fyri hvørt tolleftirlitsfólkið.

§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 93 frá 19. november 1999 um tænastugjøld uttanfyri avgreiðslutíð.

 

Fíggjarmálastýrið, 31. mai 2002

Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)