Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 92 frá 19. november 1999

um innlatingarfreistir av sjálvuppgávu fyri roknskaparskyldug

Við heimild í § 105, stk. 1 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt sum broytt við m.a. løgtingslóg nr. 168 frá 30. desember 1997 verður ásett:

§ 1. Seinasta freist fyri at lata inn sjálvuppgávu við roknskapi er treytað av føðingardegnum, og eru freistirnar fyri avvarðandi álíkningarár hesar:

FøðingardagurInnlatingardagur
1.1 - 28.21. apríl
1.3 - 30.41. mai
1.5 - 30.61. juni
1.7 - 31.81. juli
1.9 - 31.1215. august

 

§ 2. Seinasta freist fyri at lata inn sjálvuppgávu frá deyðsbúgvum, feløgum, felagsskapum v.m., smb. § 1, stk. 1, nr. 7-16 og § 2 í lógini, og teimum sum hava roknskaparskyldu, er 1. juni í álíkningarárinum.

§ 3. Økisskrivstovunum er tó heimilað, tá ið serligar grundir eru til tess, at leingja freistirnar sambært §§ 1 og 2, tó ikki út um 15. august í álíkningarárinum.

§ 4. Treytin fyri, at eisini freist kann verða longd, er, at skrivlig umsókn verður send økisskrivstovunum, áðrenn freistin er úti, og at sjálvuppgávur, roknskapir og ognaruppgerðir fyri eldri ár eru innkomin til líkningarvaldið.

§ 5. Freistirnar eru eisini galdandi fyri at lata inn ognaruppgerðir fyri avvarðandi inntøkuár.

§ 6. Hevur annar hjúnafelagin skyldu at føra roknskap, kunnu báðir lata inn sambært teirri freist, sum er lýst í hesi kunngerð. Hjúnafelagar, sum báðir hava skyldu at føra roknskap, kunnu báðir lata inn sambært teirri freist, sum er galdandi fyri tann hjúnafelagan, ið hevur tann seinna føðingardagin.

§ 7. Sjálvuppgávan er roknað fyri at vera innlatin rættstundis, tá ið hon í seinasta lagi síðsta innlatingardag er fingin Toll- og Skattstovu Føroya ella latin í postin. Sama er galdandi viðvíkjandi roknskapi og ognaruppgerð.
Stk. 2. Fellur innlatingardagurin á ein leygardag ella sunnu- ella halgidag, verður innlatingardagurin fyrsta eftirfylgjandi gerandisdag.

§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Fíggjarmálastýrið, 19. november 1999

Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)