Kunngerð Nr. 93 frá 19. november 1999
um tænastugjøld uttan fyri avgreiðslutíð
Við heimild í § 23 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll við seinni broytingum verður ásett:
§ 1. Fyri avgreiðslur av skipum millum kl. 16:30 – 08:00 mánadag til fríggjadag og leygardag og sunnu- og halgidagar er avgreiðslugjaldið 215,00 kr. um tíman fyri hvørt tolleftirlitsfólkið. Minsta gjaldið er fyri 2 tímar fyri hvørt tolleftirlitsfólkið.
Stk. 2. Skip, sum kemur til aðra havn enn tær í § 6, stk. 2 í kunngerðini um tolleftirlit nevndu havnir, skulu umframt avgreiðslugjald eftir stk. 1, rinda fyri hvørt tolleftirlitsfólkið tíma- og dagpening og koyripening sambært avtaluna millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálastýrið.
Stk. 3. Skip, sum ikki kemur at bryggju, skal rinda tær útreiðslur, sum avgreiðslan hevur við sær.
§ 2. Fyri avgreiðslur av flogførum millum kl. 18:00 – 08:00 mánadag til leygardag og sunnu- og halgidagar, er avgreiðslugjaldið 215,00 kr. um tíman fyri hvørt tolleftirlitsfólkið. Minsta gjaldið er fyri 2 tímar fyri hvørt tolleftirlitsfólkið.
§ 3. Fyri aðrar avgreiðslur millum kl. 16:30 – 08:00 mánadag til fríggjadag og leygardag og sunnu- og halgidagar, skal fyri hvønn inn- ella útflytara ella annan avgjaldsskyldugan rindast avgreiðslugjald upp á 215,00 kr. um tíman. Minsta gjaldið er fyri 2 tímar fyri hvønn inn- ella útflytara ella annan avgjaldsskyldugan.
§ 4. Tollvakt fyri skip ella flogfar skal skipið ella flogfarið rinda kostnaðin av. Gjaldið er 215,00 kr. um tíman. Minsta gjaldið er fyri 2 tímar fyri hvørt tolleftirlitsfólkið.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 120 frá 23. oktober 1996 um tænastugjøld uttanfyri avgreiðslutíð.
Fíggjarmálastýrið, 19. november 1999
Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)