Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 93 frá 21. desember 2004

um tænastugjøld uttan fyri avgreiðslutíð

Við heimild í § 23 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 171 frá 21. desember 2001 verður ásett:

§ 1. Fyri avgreiðslur av skipum millum kl. 16:30-08:00 mánadag til fríggjadag, leygardag, sunnu- og halgidagar er avgreiðslugjaldið 300,00 kr. um tíman fyri hvørt tolleftirlitsfólkið. Minsta gjaldið er fyri 2 tímar fyri hvørt tolleftirlitsfólkið.
Stk. 2. Skip, sum kemur til aðra havn enn tær í § 6, stk. 2 í kunngerð nr. 21. frá 7. mars 1996 um tolleftirlit nevndu havnir, skulu umframt avgreiðslugjald eftir stk. 1, rinda fyri hvørt tolleftirlits-fólkið tíma og dagpening og koyripening sambært avtaluna millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálastýrið.
Stk. 3. Skip, sum ikki kemur at bryggju, skal rinda tær útreiðslur, sum avgreiðslan hevur við sær.

§ 2. Fyri avgreiðslur av flogførum millum kl. 18:00-08:00 mánadag til leygardag og sunnu- og halgi-dagar, er avgreiðslugjaldið 300,00 kr. um tíman fyri hvørt tolleftirlitsfólkið. Minsta gjaldið er fyri 2 tímar fyri hvørt tolleftirlitsfólkið.

§ 3. Fyri aðrar avgreiðslur millum kl. 16:30-08:00 mánadag til fríggjadag, leygardag, sunnu- og halgidagar, skal fyri hvønn inn- ella útflytara ella annan avgjaldsskyldugan rindast avgreiðslugjald upp á 300,00 kr. um tíman. Minsta gjaldið er fyri 2 tímar fyri hvønn inn- ella útflytara ella annan avgjaldsskyldugan.

§ 4. Tollvakt fyri skip ella flogfar skal skipið ella flogfarið rinda kostnaðin av. Gjaldið er 300,00 kr. um tíman. Minsta gjaldið er fyri 2 tímar fyri hvørt tolleftirlitsfólkið.

§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 65 frá 31. mai 2002 um tænastugjøld uttanfyri avgreiðslutíð.

 

Fíggjarmálaráðið, 21. desember 2004

Bárður Nielsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)