Vegleiðing um frígoymslur
Frígoymsla til almenna nýtslu
Toll- og Skattstova Føroya kann eftir umsókn geva loyvi til at seta á stovn frígoymslur til almenna nýtslu á støðum, har serligur tørvur er á at leggja upp vørur úr útlandinum, uttan at tollur, mvg og punktgjald skal gjaldast fyri tær.
Sum frígoymsla er at skilja høli á føroyska tolløkinum, sum er undir eftirliti av Toll- og Skattstovuni, men har vørurnar á goymsluni, hvat tolli og avgjøldum viðvíkur, verða mettar at vera uttan fyri føroyska tolløkið.
Vanligu toll- og avgjaldsreglurnar fyri innflutning og tolleftirlit eru galdandi fyri vøruflutning frá frígoymslu og til restina av føroyska tolløkinum. Fyri at fremja tær uppgávur, sum eru álagdar Toll- og Skattstovuni at røkja, verða hesar vegleiðandi reglur ásettar:
Treyt fyri at fáa loyvi
Fyri at fáa loyvi til frígoymslur krevst, at serligur tørvur er á frígoymsluvirksemi tvs. ein ávísur javnur inn- og útflutningur av vørum fer fram.
Ætlan fyri virksemi
Hann, sum søkir um loyvi, skal upplýsa um ætlaða virksemi, m.a. eisini um hvat slag av vørum og nøgdum, sum skulu vera á frígoymsluni. Við hesum upplýsingum sum grundarlag tekur Toll- og Skattstovan avgerð, um loyvi verður givið.
Útskriving av loyvi
Loyvi til frígoymslu verður givið av Toll- og Skattstovuni. Umsókn um loyvi skal latast til Toll- og Skattstovuna í tí økinum, sum virksemið er.
Heimild
Tolllógin Kap. 7 a: Fríøkir og frígoymslur
og kunngerð nr. 129 frá 10. Juli 1997 um vørur á frígoymslu og fríøki.
Vavið
Vørur kunnu liggja á frígoymslu uttan at tollur og avgjøld skal rindast av teimum beinanvegin, eftir vanligu regluni um innflutning. Vørur kunnu eisini flytast millum frígoymslur
Á frígoymslu kunnu flytast vørur, sum eru framleiddar í Føroyum og ætlaðar til útflutning, móti møguligum tollendurgjaldi.
Goymslufreist
Vørurnar kunnu, um ikki annað er ásett, liggja á frígoymslu í 3 ár. Um loyvishavarin missir loyvi, skulu vørurnar tollavgreiðast, útflytast ella flytast til aðra frígoymslu.
Hølir
Vørurnar skulu goymast í hølum hjá loyvishavaranaum ella hølum, sum hann hevur leigað, og sum eru góðkend av Toll- og Skattstovuni.
Goymsluháttur
Vørurnar skulu goymast á ein slíkan hátt, at eyðmerking og eftirlit við vørunum er møguligt.
Viðgerðir
Vørurnar kunnu, meðan tær eru á frígoymslu, bert fáa vanliga viðgerð. Vanlig viðgerð er t.d. at merkja vøruna, pakka vøruna um, køling og frysting av vøruni, ið hevur til endamál at tryggja, at vøran verður goymd í góðum standi, meðan hon er á goymslu.
Ábyrging
Loyvishavarin ábyrgjast fyri tolli og avgjøldum á vøruni, sum verða lagdar á frígoymslu og fyri tolli og avgjøldum á vøru, sum vantar í vørugoymsluni uttan so, at munurin stendst av nátturligum svinni ella tí, at vøran er farin fyri skeyti av óhappi. Loyvishavarin ábyrgjast eisini fyri vøru, sum ikki er fráførd eftir reglunum um vørufrágongd, ella sum Toll- og Skattstovan metir, ikki er farin fyri skeyti á frígoymsluni.
Ein vøra verður mett at vera farin fyri skeyti, tá hon er fullkomuliga óbrúkilig fyri ein og hvønn.
Sama er galdandi fyri vørur, sum eru farnar fyri skeyti undir óhappi á goymsluni.
Stuldur verður ikki mett sum óhapp. Óhapp og stuldur á frígoymsluni skulu beinanvegin fráboðast til Toll- og Skattstovuna.
Trygd
Áðrenn loyvi til frígoymslu verður givið, skal loyvishavarin veita eina trygd (anfordringsgaranti), sum í minsta lagi skal verða kr. 100.000,- fyri tolli og avgjøldum. Toll- og Skattstovan ásetir í hvørjum einstøkum føri upphæddina á trygdini.
Annað
Loyvishavarin skal beinanvegin boða Toll- og Skattstovuni frá broytingum og viðurskiftum, sum taka seg upp og fáa ávirkan á givna frígoymsluloyvið.
Góðsskráseting
Til- og frágongd av vørum skal beinanvegin skrásetast hjá Toll- og Skattstovuni.
Tilgongd
Vøra, sum verður innflutt á frígoymslu, skal skrásetast undir v-talinum hjá innflytaranum, sum móttakara. Samstundis skal sendingin skrásetast undir v-talinum hjá frígoymsluni.
Skráseting/mannagongd
Fyri hvørja sending, sum skal á frígoymslu, skal vørumóttakarin/vørueigarin lata frígoymsluni eitt eintak av høvuðsfarmabrævinum saman við høvuðsfakturanum til vørusendingina. Er eingin fakturi, skal eitt væl útgreinað yvirlit vera í staðin.
Tað er umráðandi fyri skipanina, at sendingin verður skrásett við so neyvum kolli-tali og vekt sum gjørligt eftir høvuðsfarmabrævinum, t.d. er containara-tal ikki nóg neyvt.
Frígoymslan skal goyma høvuðsfarmabræv og høvuðsfaktura saman í síni skjalagoymslu.
Flyting til frígoymslu
Vøra, sum er innflutt og ikki upprunaliga varð ætlað at verða innflutt á eina frígoymslu, kann eftir umsókn flytast á eina frígoymslu.
Flutningsfelagið, sum hevur vøruna á goymslu, skal beinanvegin geva Toll- og Skattstovuni váttan um, at sendingin er flutt á frígoymslu. Frígoymslan skal skráseta vøruna undir v-talið hjá innflytaranum, og samstundis skal sendingin skrásetast undir v-talinum hjá frígoymsluni.
Vørur, sum verða fluttar inn á frígoymslu, skulu, tá tað verður kravt, lúka øll trygdar-, djóraverndar og heilsufrøðilig krøv v.m.
Vøra framleidd í Føroyum
Vøra, sum er framleidd í Føroyum, kann flytast á frígoymslu móti afturrindan av tolli og avgjøldum. Útflytarin ger serligt útflutningsskjal til Toll- og Skattstovuna um m.a. afturrindan av avgjøldum á vøruni.
Frígoymslan skrásetir vøruna í navninum hjá útflytaranum, sum tilgongd til frígoymsluna.
Frágongd/útflýggjan
Tá vøra skal av frígoymslu, skal innflytarin/vørueigarin lata frígoymsluni eitt nágreiniligt yvirlit yvir ta vøruna, sum hann skal hava út av goymsluni. Yvirlitið er eitt sokallað undirfarmabræv, sum skal innihalda upplýsing um navn á avsendara og móttakara, nummar á høvuðsfarmabrævi, kolli-tal og vekt, merki, modell og vøruheiti yvir vøruna, sum skal útflýggjast, útflýggingardagfesting og váttan fyri móttøku av vøruni.
Áseting av vekt
Vektin á undirfarmabrævinum verður ásett við at deila samlaða kollitali á høvuðsfarmabrævinum við samlaðu vektina á høvuðsfarmabrævinum.
Frígoymslan skal beinanvegin, áðrenn vøran er útflýggjað, senda eitt avrit av undirfarmabrævinum til Toll- og Skattstovuna. Avritið skal sendast sum telefax.
Tollgreiðsla
Tá ið vøra skal av frígoymslu til tollavgreiðslu, skal innflytarin/vørueigarin lata Toll- og Skattstovuni eina tollingaráheitan saman við undirfarmabrævinum. Tá vøran er tollavgreidd, fær innflytarin/vørueigarin útflýggingarloyvi til vøruna, sum skal latast frígoymsluni at flýggja vøruna út eftir.
Fraktkostnaður
Fraktkostnaðurin fyri hvørt undirfarmabræv pr kg finst við at deila samlaðu nettovektina á høvuðsfarmabrævinum við samlaða tollskylduga fraktkostnaðin á høvuðsfarmabrævinum.
Fakturavirði
Grundarlagið fyri tolli og avgjøldum er fakturavirði á vøruni, tá hon kom inn á frígoymsluna. (Fakturerað gjaldoyra)
Verður vøran seld, meðan hon liggur á frígoymslu, er fakturavirðið søluvirðið, tá hon verður seld, áðrenn frágongd frá frígoymsluni í frían handil.
Tollur og avgjøld verða roknað eftir teimum toll- og avgjaldssatsum, sum eru galdandi, tá vøran verður tollavgreidd.
Váttanir-loyvir
Við tollingaráheitanini skula fylgja øll skjøl, váttanir og loyvir, sum eru neyðug fyri at tollavgreiða vøruna.
Beinleiðis útflutningur av frígoymslu til útlandið
Frígoymslan skrásetir útflutningin sum frágongd av frígoymsluni. Nær vøran er farin, og hvørjum skipi/flogfari vøran er farin við, og navnið á móttakaranum. Toll- og Skattstovan skal hava fráboðan um frágongdina frá frígoymsluni.
Burturbeining av vørum
Burturbeining av vøru á frígoymslu kann einans gerast undir eftirliti av Toll- og Skattstovuni.
Frágongd av vørum til nýtslu umborð í skipum/flogførum
Frágongd av vøru til nýtslu umborð í skipum/flogførum kann einans gerast undir eftirliti av Toll- og Skattstovuni.
Frígoymsluroknskapur
Loyvishavarin skal føra frígoymsluroknskap, sum vísir hvørja einstaka til- og frágongd í frígoymsluni, har hvør einstøk vørusending kann finnast og kennast aftur. (eyðmerking)
Frígoymsluroknskapurin skal førast á ein góðan og lættskiljandi hátt á eini edv-skipan, sum Toll- og Skattstovan hevur góðtikið.
Til- og fráskrivingarskjøl v.m. skulu førast í frígoymsluroknskapin, samstundis sum vøran antin verður til- ella fráførd frígoymsluni.
Frígoymsluroknskapurin skal til eina og hvørja tí vísa veruligu vørugoymsluna.
Skjøl
Skjalatilfarið, sum er grundarlag fyri frígoymsluroknskapinum, skal goymast saman við hesum og skal haldast soleiðis, at Toll- og skattstovan lættliga og til eina og hvørja tíð kann samanbera frígoymsluroknskapin við skjalatilfarið.
Uppgerð/lagureftirlit
Loyvishavarin skal lata Toll- og Skattstovuni frígoymsluroknskapin, tá tað verður kravt.
Toll- og Skatttstovan hevur eftirlit eina ferð um ársfjórðingin við, at samsvar er millum vørugoymsluna og frígoymsluroknskapin.
Frávik
Svinn fyri vørur, sum eru farnar so fyri skeyti, at hon ikki er brúkilig á nakran hátt, kann bara avskrivast eftir avtalu við Toll- og Skattstovuna.
Vørur, sum verða staðfestar at verða í avlop, skulu tilskrivast frígoymsluroknskapin sum tilgongd.
Eftirlit
Toll- og Skattstovan hevur rætt til at gera eftirlit av vørugoymsluni, roknskaparskjølum og øllum brævaskifti v.m. í fyritøkuni hjá loyvishavaranum. Loyvishavarin og starvsfólk skulu verða Toll- og Skattstovuni til handa og geva Toll- og Skattstovuni allar upplýsingar, sum eftirlitið heldur vera neyðugar.
Afturtøka av loyvi
Loyvið til frígoymslu kann verða tikið aftur, um loyvishavarin ella starvsfólk hansara hevur brotið ella brýtur treytirnar fyri loyvinum til frígoymsluna.
Toll- og Skattstovan kann nokta ella taka aftur loyvið til frígoymslu, um loyvishavarin missir ognar- og/ella brúksrættin til goymsluhølið, ella kemur í gjaldssteðg.
Loyvið kann eisini takast aftur, um Toll- og Skattstovan metir, at serligur tørvur á frígoymsluni ikki longur er til staðar.
Eisini kann loyvið takast aftur, um grundarlagið fyri loyvinum varð givið eftir manglandi ella skeivum fortreytum.
TAKS
8. desember 2004