Reglugerð um innheinting av eftirstøðu
§ 1. TAKS hevur til uppgávu at heinta inn eftirstøður, tað er:
- ógoldin skuld til tað almenna, sum er fallin til gjaldingar, og
- sum viðkomandi stovnur (áognari), sambært viðkomandi lóggávu kann senda til innheintingar, og
- sum viðkomandi stovnur ikki sjálvur kann innheinta við hjálp av vanligum mannagongdum hjá stovninum.
§ 2. Viðkomandi stovnur (áognari), sum letur eftirstøður til innheintingar, ábyrgist fyri rættleikanum av kravinum, og av at tær upplýsingar, sum verða latnar TAKS, eru rættar.
§ 3. TAKS skal taka ímóti áheitan um at heinta inn skuld sambært § 1, treytað av, at skuldin er skilmerkt og eyðmerkt. Áheitanin til TAKS skal í minsta lagi innihalda:
- avsendaraheiti (áognari) (stovnsnummar),
- P-tal og/ella V-tal hjá skuldara,
- upphædd at innheinta,
- orsøk til innheinting (sum skal ásetast í samráð við TAKS),
- slag av skuld (sum skal ásetast í samráð við TAKS),
- gjaldkomudagur og nær skuldin fyrnist,
- afturflytingarupplýsingar, sum í minsta lagi skulu vera:
- móttakaraheiti, sum skal vera tað sama sum avsendaraheiti í punkt 1 omanfyri,
- tekstupplýsingar viðvíkjandi kravinum, sum í minsta lagi skulu vísa gongdina í málinum, áðrenn tað varð sent TAKS,
- harafturat kann avsendarin (áognari) áseta ávísar innanhýsis upplýsingar sum kunnu lætta um bókingina, tá ið inngjaldið verður flutt til avsendara.
TAKS kann krevja, at áheitanin verður latin á edv á ein ella annan hátt.
§ 4. Innheintaðar upphæddir til eitt krav, sum er sent TAKS til innheintingar, verða fluttar til viðkomandi avsendara. Eyðkennisupplýsingarnar í § 3 skulu samstundis latast viðkomandi avsendara.
§ 5. Teir einstøku stovnarnir bera ábyrgdina av at boða TAKS frá um eftirstøður, og á tann hátt tryggja sær at allar eftirstøður hjá persóni/virki verða innheintaðar.
§ 6. Um TAKS eftir vanligum mannagongdum ikki er ført fyri at heinta inn eitt krav, verður kravið sent aftur til avsendara við upplýsing um, hvat víðari kann gerast í málinum.
§ 7. Útgjaldingar frá stovnum kunnu latast TAKS at mótrokna. Tað er viðkomandi stovnur, sum hevur ábyrgdina av, at útgjaldingar verða sendar til mótrokningar, og av at tryggja, at lógarheimild er til at mótrokna. Áheitanin til TAKS skal í minsta lagi innihalda:
- avsendaraheiti (stovnsnummar),
- P-tal og/ella V-tal hjá móttakara,
- upphædd, sum skal gjaldast út,
- orsøk til mótrokning (sum skal ásetast í samráð við TAKS),
- slag av útgjalding (sum skal ásetast í samráð við TAKS),
- útgjaldsdagur,
- afturflytingarupplýsingar, sum í minsta lagi skulu vera:
- móttakaraheiti, sum skal vera tað sama sum avsendaraheitið í punkt 1 omanfyri,
- Harafturat kann avsendarin áseta ávísar innanhýsis upplýsingar, sum kunnu lætta um bókingina hjá avsendara.
TAKS kann krevja, at áheitanin verður latin á edv á ein ella annan hátt.
Stk. 2. TAKS boðar viðkomandi persóni/virki, sum skal hava útgjaldið, frá, at mótroknað er, hvussu mótrokningin er gjørd, og at restupphæddin er flutt til viðkomandi stovn at gjalda út.
Stk. 3. Upphæddir til útgjaldingar, aftaná mótrokning, verða fluttar aftur til avsendara (áognara), sum rindar restupphæddina til viðkomandi kravánara.
Stk. 4. TAKS kann tó í heilt serligum førum gera avtalu um, at upphæddirnar verða goldnar beinleiðis til viðkomandi persón/virki (skuldara).
§ 8. Um ein áognari (avsendari), sum hevur sent eitt krav til TAKS, móttekur inngjalding frá viðkomandi persóni/virki (skuldara), skal hann:
- beinanvegin senda inngjaldið víðari til TAKS, ella
- beinanvegin boða TAKS frá, at áður sent krav er broytt, og verður hetta gjørt við at senda nýggja áheitan til TAKS sambært § 3, har frámerkið: "slag av skuld" verður ásett í samráð við TAKS.
§ 9. Um kravið, sum er sent TAKS, er skeivt ella verður tikið aftur, skulu skrivlig boð sendast TAKS við frágreiðing um orsøkina til, at kravið er boytt ella verður tikið aftur. TAKS sendir síðani viðkomandi stovni boð um, hvussu so skal farast fram.
Stk. 2. Tað er ikki gjørligt at senda rætting til áður sent krav, uttan so at TAKS hevur góðkent hetta.
TAKS, 19. apríl 2023