Vegleiðing til § 5 í mvg-lógini
nær útlendsk virkir skulu mvg-skrásetast
Útlendsk virkir kunnu einans vera skrásett fyri mvg-skyldu í Føroyum, um tey lúka treytirnar fyri skráseting í § 5 ella § 28 í mvg-lógini. Útlendsk virkir skulu ikki uttan víðari skrásetast frá fyrsta degi í Føroyum.
§ 5, krevur skráseting av útlendskum virkjum um tey lúka treytirnar í mvg-lógini § 3 og 4.
Tískil skal ein málsviðgerð av virkinum fara fram eftir hesum greinum. Serliga er tað § 3, stk. 1, litra a, ið ger, at útlendsk virkir IKKI kunnu skrásetast í Føroyum. Kravið í § 3, stk. 1, litra a, er, at útlendsk virkir hava fastan rakstrarstað í Føroyum, tvs., reka sjálvstøðugt vinnuvirki í Føroyum. Sum dømi kann nevnast, at ein donsk byggifyritøka, ið kemur til Føroya at byggja (undirentreprenør), IKKI skal skrásetast fyri mvg-skyldu, UM virksemið hjá fyritøkuni verður skipað í Danmark, t.e. leiðsla, stjórn, skrivstova o.s.fr. Um tað er virksemið í Danmark, sum bindur fyritøkuna til eina avtalu hevur fyritøkan ikki sjálvstøðugt vinnuvirki í Føroyum. Í hesum førinum, kunnu Føroyar ikki krevja skráseting eftir § 5 (umboð), tí virkið ikki hevur fastan rakstrarstað í Føroyum.
Fast rakstrarstað er oftani tað staðið, ið seljarin fysiskt hevur sítt virksemi, t.e., handil, kontór, filial, fabrik, verkstað ella onnur søla, har fyritøkan heilt ella partvíst rekur sítt virksemi. Ein postadressa er ikki nóg mikið til at staðfesta fastan rakstrarstað. Tað er út frá eini samlaðari meting, at fastur rakstrarstaður kann staðfestast, og vera somu atlit, sum vera nýtt í skattarættinum, nýtt til at staðfesta fastan rakstarstað eftir § 3, stk. 1, litra a.
Øvugt kann nevnast, at ein persónur, sum býr uttanlands og sum hevur handil her á landi, ikki nýtist at skrásetast við umboði her á landi, tí bara tað, at handilin verður rikin her á landi, er nóg mikið til staðfesta fastan rakstarstað her á landi. Tað merkir, at handilin skal mvg-skrásetast frá fyrsta degi.
Avgerð tikin av Skatta- og avgjaldskærunevndini 1. desember 2004, sum staðfestir, at kravið í § 3, stk. 1, litra a, skal vera lokið, fyri at kunna skráseta útlendsk virki. Nevniliga, at Toll- og skattstova Føroya ikki kann krevja mvg-skráseting við umboði eftir § 5, um útlendska virkið ikki rekur sjálvstøðugt vinnuvirki í Føroyum.
Ein avleiðing av hesið avgerð er nýggja orðingin í § 28 í mvg-lógini.
§ 28, er undantak til kravið um fastan rakstrarstað í § 5 og § 3, stk. 1, litra a.
§ 28, inniber, at útlendsk virkir, ið veita tænasturnar, ið standa í § 28, stk. 2, nr. 1-13 skulu sum meginregla skrásetast í Føroyum, um tey lúka treytirnar í § 28, stk. 1, sí vegleiðing til § 28.
Tað er einans tær tænasturnar, ið nevndar eru í nr. 1-13, sum útlendsk virkir kunnu vera skrásett fyri í Føroyum. Alt, sum ikki er ein vøra, verður rokna, sum ein tænasta, t.m., at hugtakið tænasta skal fortolkast sera breitt.
Undantakið til skráseting eftir § 28, er, um tænastan verður veitt til skrásett virkir í Føroyum. Sum dømi kann nevnast, at um høvuðsentreprenørur er føroyskt virki, sum er skrásett og hetta virkið ger avtalu við danskt felag í Danmark, um at veita eina tænastu í Føroyum, eitt nú umvæling av fastari ogn, so skal hetta danska felagið ikki mvg-skrásetast í Føroyum, sí § 28, stk. 3 og § 28, stk. 2, nr. 8.