Skriva út

Neyvlýsing (præcisering) av ásetingunum í § 9 í ásetingarlógini – Samskatting av feløgum


Sambært § 9 í Ásetingarlógini, kann TAKS-ráðið loyva, at partafeløg og/ella lutafeløg verða samskattaði, tó treytað av, at feløgini hava sama roknskaparár og eru heimahoyrandi í Føroyum. Heimildin fyri at loyva samskatting er sett í Ásetingarlógina við løgtingslóg nr. 173 frá 30. desmeber 1997. Í kunngerð nr. 104 frá 28. juni 2001 hevur landsstýrismaðurin ásett nærri treytir fyri samskatting.

Við løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 varð sett í gildi Kapitalvinningsskattalóg fyri Føroyar.

Við broyting í § 14, stk. 2 í Kapitalvinningsskattalógini við gildi frá inntøkuárinum 2006 er ásett: Vísir inntøkuuppgerðin eftir skattalógini hall, kunnu feløg, grunnar o.o. taka vinning eftir hesi grein við í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni eftir skattalógini. Hetta er tó bert galdandi fyri so stórar partar av vinninginum, sum dekkar hall, herundir hall frá eldri inntøkuárum, sum felagið kann føra fram til frádrátt í seinni inntøkuárum.

Ongar broytingar eru gjørdar í heimildini fyri samskatting, síðani hon varð sett í Ásetingarlógina í 1997. Í samband við at lóg um kapitalvinning var sett í gildi, er einki nevnt um samskatting í viðmerkingum ella lóg, heldur ikki tá broyting varð gjørd í § 14, stk. 2.

Útfrá omanfyristandandi er TAKS av tí áskoðan, at samskatting av feløgum bert er galdandi fyri uppgerð av skattskyldugu inntøkuni eftir skattalógini og ikki uppgerð av skattskyldugari kapitalvinningsinntøku.

Tað einstaka felagið kann tó gera flytingar av úrslitum, sambært § 14, stk. 2 í Kapitalvinningsskattalógini, áðrenn skattskylduga úrslitið, sambært Skattalógini, verður flutt til felags úrslitið svarandi til loyvi til samskatting.

 

TAKS
24. mars 2011