Vegleiðing til § 28 í mvg-lógini
um skráseting av útlendskum virkjum
Meginreglan er, at útlendsk virkir skulu mvg skrásetast, sí § 28, stk. 1.
§ 28. Útlendsk virki, sum selja fyri meir enn 20.000 kr. um árið, og sum selja tænastur, nevndar í stk. 2, nr. 7-13, til virki, stovnar o.t., ella til fólk í Føroyum, skulu meirvirðisgjaldskrásetast jbr. § 5, og uppkrevja 25% í avgjaldi av søluni, tá ið tænastan verður nýtt í Føroyum.
Útlendsk virkir eru í hesi áseting at skilja sum virkir, sum ikki reka sjálvstøðugt vinnuvirksemi í Føroyum, og sum heldur ikki hava deild ella líknandi í Føroyum. Tá virkir hvørki reka sjálvstøðugt vinnuvirki í Føroyum, og heldur ikki hava deild, skrivstovu ella líknandi í Føroyum, skulu tey sambært mvg-lógini skrásetast við persóni, sum er búsitandi í Føroyum ella við virki, sum hevur sølustað í Føroyum.
Tænasturnar, sum eru avgjaldsskyldugar í Føroyum, eru hesar, sí § 28, stk. 2:
- Heil ella lutvís avhending av upphavsrættindum, patentrættindum, lisensrættindum, rættindum til vørumerki, felagsmerki og mynstur og av øðrum tílíkum rættindum.
- Tænastur viðvíkjandi reklamu. Hetta merkir, at allar tænastur viðvíkjandi at gera og útbreiða reklamur gerast skyldugar.
- Tænastur frá ráðgevandi virkjum, verkfrøðingum, byggifrøðingum, advokatum og grannskoðarum og aðrar tílíkar tænastur, og dátuviðgerð og fráboðan av upplýsingum.
- Tænastur frá vikarstovum, eitt nú arbeiðsútleigan.
- Skylda til heilt ella lutvíst at lata vera við at fremja vinnuligt virksemi ella gera nýtslu av einum av teimum í hesum stykki nevndu rættindum. Hetta er serliga konkuransuklausular.
- Tænastur, ið verða gjørdar av millummonnum, sum handla í navni hjá øðrum og fyri rokning hjá øðrum.
- Útleiga av leysafæ.
- Tænastur viðvíkjandi fastari ogn her á landi, harímillum tænastur frá ognarmeklara, ognarhandlara o.t. og byggifrøðiligar og ráðgevandi tænastur.
- Tiltøk o.a. innan ítrótt, undirhald, undirvísing og gransking o.t.
- Arbeiði framt á leysafæ her á landi.
- Serkøn virðismeting av leysafæi her á landi.
- Fjarskiftistænastur. Hetta merkir telefon- og aðrar samskiftistænastur.
- Útbreiðsla av útvarps- og sjónvarpssendingum.
Undantak er tó til meginregluna
Um útlendsk virkir lúka treytirnar í grein 28, stk. 3, skulu tey ikki mvg skrásetast, sí orðing niðanfyri:
§ 28, stk. 3. Avgjaldskyldug søla sambært stk. 2, nr. 1-6 og 8-13 viðvíkur ikki sølu til skrásett virkir í Føroyum, sum í síni heild kunnu rokna avgjaldið við í inngangandi avgjaldið.
Undantakið hevur við sær, at útlendsk virkir skulu IKKI mvg-skrásetast í Føroyum, um tey selja til mvg-skrásett virkir í Føroyum, sum kunnu rokna avgjaldið við í inngangandi avgjaldið.
Treytin er sostatt, at selt verður til føroyskt mvg-skrásett virki, sum kann rokna avgjaldið við í inngangandi avgjaldið. Harafturat er tað ein treyt, at tær tænastur, ið verða seldar eru millum teirra, sum eru uppremsaðar í grein 28, stk. 2, nr. 1-6 og 8-13.
§ 28, stk. 3, merkir, at tá avgjaldskyldug virki í Føroyum keypa tænastur, sum eru nevndar í stk. 2, nr. 1-6 og 8-13, eru tær fríar við innflutning, tá ið keyparin í síni heild kann rokna avgjaldið við í inngangandi avgjaldið. Endamálið við ásetingini er at spara umsiting, bæði hjá Toll- og skattstovu Føroya og hjá virkjunum, og at lætta um gjaldsførið hjá virkjunum.
Bert nr. 7 er ikki við, og tað er tænastan ”at leiga út leysafæ”. Henda tænastan skal altíð skrásetast, um talan er um útlendsk virkir umfatað av § 28, stk. 1. (undantak til undantakið til meginregluna)
§ 28, stk. 6 er somuleiðis eitt undantak til meginregluna.
Tænastur kunnu verða innfluttar avgjaldsfrítt, um so er, at samsvarandi tænastuveitingar her í landinum, framdar av avgjaldskyldugum virkjum, høvdu verið frítiknar fyri avgjaldi.